Fríðrikur (krúnprinsur)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Fríðrikur Krúnprinsur í Vági 2005.

Fríðrikur Krúnprinsur (Frederik André Henrik Christian, føddur 26. mai 1968 í Keypmannahavn) er krúnprinsur av Danmark, sonur Margrethu II Drotning og Heindrik prins (Prins Henrik). Fríðrikur krúnprinsur er giftur við Krúnprinsessu Mary og saman eiga tey fýra børn, tann elsti er Prins Christian av Danmark.

Lívssøga[rætta | rætta wikitekst]

Hansara kongliga tign Fríðrikur krúnprinsur og hennara kongliga tign Mary krúnprinsessa.

Sum eldri sonur Margretu drotningar og Heindriks prins er Fríðrikur danskur ríkisarvingi. Krúnprinsurin, føddur 1968, er í móðurætt fimti maður frá Kristjani kongi 9., fyrstikongurin av Glücksborg-ættini. Hann verður tí sætta úr hesi ætt á Danmarkar trónu. Hann er somuleiðis fimmti maður frá Viktoriu drotning. Hann hevur lisið á Harvard og er cand. scient. polit. frá Århus. Harafturat hevur hann holla hernaðarliga útbúgving innan allar tríggjar greinirnar í donsku verjuni, seinast serútbúgving í froskmannaliðinum í sjóverjuni.

Afturat bókliga lesnaðinum, umfatandi hernaðarligu yrkisbreytini og teim mongu almennu skyldunum hevur Fríðrikur krúnprinsur eisini givið sær stundir til at gera vart við seg sum fjølbroyttur ítóttar- og náttúrumaður. Hann er góður á skíðum og í tennis, hann hevur runnið maraton, siglt í HM fyri seglbátar, og so hevur hann ferðast fleiri túsund kilometrar á hundasleðu á tí stóru Sirius-rannsóknarferðini í ár 2000.

Krúnprinsurin tók saman við 6 vinmonnum lut í 4 mánaðar longu Sirius-sleðurannsóknarferðini norður um Grønland, úr Thule i í útnyrðingshorninum til Daneborg í ein landnyrðing. Túrurin var 2.795 km langur við 45 hundum, sleðum, tjøldum, matarskamti og 40 kuldastigum.

Týðandi partur av arbeiðnum hjá krúnprinsinum er at umboða Danmark og at virka til frama fyri donsk áhugamál í útlondum. Tað ger hann á almennum vitjanum hjá útlendskum statsleiðarum og tá hann tekur lut í donskum vinnuátøkum í útlondum og í tiltøkum innan ítrótt og mentan.

Børnini hjá Fríðrikki Krúnprinsi og Mary Krúnprinsessu[rætta | rætta wikitekst]

  • Christian Valdemar Henri John, føddur hin 15. oktober 2005.
  • Isabella Henrietta Ingrid Margrethe, fødd hin 21. apríl 2007.
  • Vincent Frederik Minik Alexander, føddur hin 8. januar 2011, kl. 10.30 (tvíburður).
  • Josephine Sophia Ivalo Mathilde, fødd hin 8. januar 2011, kl. 10.56 (tvíburður).

Útbúgvingar[rætta | rætta wikitekst]

Hann varð útbúgvin Cand.scient.pol. í 1995 eftir at hava lisið á Århus Univeristet og á Harvard í USA. Krúnprinsurin hevur tænt í danska herinum, flogvápninum og í sjóverjuni. Hann er offiserur í øllum trimum vernum. Í 2010 varð hann útnevndur kommandørur í Sjóverjuni og oberstur í Herinum og Flogvápninum.

Ítróttamaður[rætta | rætta wikitekst]

Krúnprins Fríðrikur er eisini ítóttamaður. Hann íðkar kappsigling í bátasløgunum Dreki og Farr 40. Hann hevur luttikið við DM, EM og HM. Til EM í 2003 gjørdist hann nummar fýra, á DM 2011 lá hann á einum øðrum plássi nærum alla kappingina, men endaði tó á einum fjórðaplássi.

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið