Jump to content

Henrik (prinsur av Danmørk)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Heindrikkur prinsur í 2010.

Hansara Kongaliga Hátign Henrik Prinsur (føddur 11. juni 1934 í Talence – deyður 13. februar 2018 á Fredensborg Slot)[1][2] var maður hennara hátign Margrethe II. Hann var sonur André de Laborde de Monpezat (deyður 1998) og greivinnu Renée de Monpezat, fødd Doursennot (deyð 2001). Hann varð doyptur Henri Marie Jean André, greve de Laborde de Monpezat. Margretha drotning og Heindrikkur prinsur fingu tveir synir, Frederik X og prins Joakim.

Lívssøga

[rætta | rætta wikitekst]
Hann var í alt 10 ferð á almennari vitjan í Føroyum. Myndin er tikin í Vági í 2005.

Heindrikur prinsur varð borin í heim tann 11. jui 1934 í Talence, Gironde í Fraklandi. Føðinavn hansara er Henri Marie Jean André, greivi de Laborde de Monpezat. Foreldur hansara vóru André de Laborde de Monpezat og kona hansara, Renée de Monpezat (fødd Doursennot). Fyrstu fimm árini vaks Heindrikur upp í Franska Indokina, núverandi Vjetnam, har faðir hansara stóð fyri famijuáhugamálum í ídnaðar- og handilsfyritøkum sum abbi Heindriks hevði stovnað. Í 1939 vendi familjan aftur til Fraklands og búðu næstu 11 árini á ættargarðinum "le Cayrou" í Cahors.

Heindrikur prinsur gekk í skúla heima til 1947, tá hann varð sendur á ein jesuittara kostskúla í Bordeaux. Frá 1948 til 1950 gekk hann á studentaskúla í Cahors. Í 1950 fór hann tó aftur til Vjetnam og tók studentsprógv á franska studentaskúlanum í Hanoi í 1952. Frá 1952 til 1957 las Heindrikur prinsur løgfrøði og samfelagsfrøði við Sorbonne universitetið í París. Samstundis las hann kinesisk og vjetnamesisk mál á École Nationale des Languages Orientales. Eftir at hann varð magistari í fronskum bókmentum og eysturlendskum málum, var hann tvey ár í lestrarørindum í Hongkong og Saigon. Frá 1959 til 1962 gjørdi Heindrikur prinsur hertænastu í Algeria. Í 1962 varð Heindrikur prinsur settur í starv í asiátisku deildini í franska uttanríkismálaráðnum. Frá 1963 til 1967 starvaðist hann sum ambassaduskrivari á fronsku sendistovuni í London.

Prinsur av Danmark

[rætta | rætta wikitekst]

Í 1964, meðan hann starvaðist á sendistovuni í London, hitti Heindrikur donsku krúnprinsessuna Margretu, sum tá las í Bretlandi. Parið varð trúlovað í 1966 og 10. juni 1967 giftust tey í Holmens kirke í Keypmannahavn. Við giftuni fekk hann heitið: Hansara hátign, Heindrikur prinsur av Danmark. Parið hevur tveir synir, Fríðrikur X (f. 26. mai 1968) og Joachim prins (f. 6. juni 1969). Í 1972 doyði Fríðrikur IX og krúnprinsessan varð lýst drotning Margreta II av Danmark.

Áhugin hjá Heindriki prinsi fyri bókmentum, máli og matkynstri hevur víst seg í fleiri bókaútgávum, bæði av egnum verkum og umsetingum úr fronskum bókmentum. Í 1981 týddi hann saman við drotningini, skaldsøguna Alle mennesker er dødelige av Simone de Beauvior – ið varð givin út undir dulnavninum H. M. Vejerbjerg. Hann hevur eisini givið út fleiri yrkingasøvn, m.o. Chemin Faisant (1982), Cantabile (2000), Les escargots de Marie Lanceline (2003) og Murmures de vent ("Teskandi lot") (2005). Verkið Roue-libre frá 2010 varð týtt til danskt av Margretu drotning og Peter Poulsen undir heitinum "Frihjul". Endurminningarverkið Destin oblige ("Lagna bindur") kom út í 1996 og í bókini Chateau de Caix – stedet, vinen og maden sigur Heindrikur prinsur frá um sítt franska vínslott, um søguna og umhvørvið. Áhugin fyri matkynstri hevur eisini víst seg í tveimum kókibókum, Ikke altid gåselever frá 1999, saman við Jakob Johannsen og Til glæde for ganen – nye opskrifter til et kongeligt køkken frá 2005.