Joachim (prinsur)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Prins Joachim til Danmark (Flensburg, 10.9.2011)

Joachim prinsur (Joachim Holger Waldemar Christian, f. 7. juni 1969) er yngri sonur Margrethe II drotning og Henrik prins. Eldri beiggi hansara eitur Frederik.

Joachim prinsur er doyptur í dómkirkjuni í Århus 15. juli 1969 og konfirmeraður í Fredensborg Slotskirkju 10. juni 1982.

Joachim giftist 18. november 1995 við Alexandru Christinu Manley (f. 1964 í Hongkong), sum hann eigur synirnar Nikolai (Nikolai William Alexander Frederik, f. 1999) og Felix (Felix Henrik Valdemar Christian f. 2002) saman við. Tey skildust aftur í 2005. Joachim prinsur varð giftur á øðrum sinni hin 24. mai 2008 í Møgeltønder Kirkju við frøken Marie Cavallier, sum tá gjørdist Prinsessa Marie.

Joachim er greivi av Schackenborg í Suðurjútlandi, har hann eisini býr.

Børn[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]