Jump to content

Drotning Mary

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Mary (krúnprinsessa))
Krúnprinsessa Mary í Vági, 21. juni 2005.

Drotning Mary er fødd 5. februar 1972 í Hobart, Avstralia sum Mary Elizabeth Donaldson. Hon eigur saman við Fríðriki X børnini Prins Christian (Christian Valdemar Henri John), føddur 2005, Prinsessa Isabella, fødd 2007 og tvíburðarnir Prins Vincent (Vincent Frederik Minik Alexander) og Prinsessa Josephine (Josephine Sophia Ivalo Mathilda), fødd 2010.

Mary er dóttir John Donaldson, professara, og Henrietta Clark Donaldson. Bæði eru fødd í Skotlandi og fluttu til Tasmania í 1963.

Hon er útbúgvin BA í løgfrøði og virkisbúskapi (Bachelor of Commerce and Law - BCom.LLB) frá University of Tasmania (1989 til 1994). Hon hevur starvast hjá DDB Needham í Melbourne, Young & Rubicam í Sydney og hjá Microsoft Business Solutions í Danmark.

Hon gistist Fríðriki kongi, ið tá var krúnprinsur, hin 14. mai, 2004.

Mary drotning gjørdist Riddari av Elefantordanum í 2004.

Lívssøga

[rætta | rætta wikitekst]

Mary er fødd í Hobart í Tasmania í Avstralia. Hon er yngst av fýra systkjum. Hon eigur beiggja og tvær systrar. Foreldur hennara, John Dalgleish Donaldson og Henrietta Clark Donaldson, eru bæði úr Skotlandi, men fluttu í 1963 til Tasmania, har Mary er fødd og uppvaksin. Mamma Mary doyði í 1997 undir einari hjartaskurðviðgerð, og fýra ár seinni giftist pápi hennara uppaftur við Susan Moody, ið er rithøvundur.

Sum trý ára gomul fór Mary í forskúla. Síðan gekk hon í skúla øll árini frá 1978 til 95. Fyrst tvey ár í USA, har pápi hennara arbeiddi fyri NASA í Houston, Texas. So Taroona High School, Hobart College og seinast Lærdi háskúlin í Tasmania, har Mary tók ta sokallaðu Bachelorútbúgving í búskapi og løgfrøði. Eftir Lærda háskúlan tók Mary eina tvey ára langa útbúgving innan marknaðarføring, og var síðan í fleiri stórum lýsingarfyritøkum m.a. í Melbourne, Edinburgh og seinast í Sydney, fyrst hjá Young & Rubicam og seinni hjá Love Branding.

Mary Donaldson flutti til Danmarkar í 2002 í eina íbúð á Langelinie, og 8. oktobur 2003 gjørdist hon trúlovað táverandi krúnprinsinum, Fríðriki.

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið