Sydney

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kort av Avstralia har Sydney er merkt.

Sydney er býur í Avstralia. Á føroyskum verður býurin ofta nevndur Sidney. Sydney er størsti og elsti býurin í Avstralia. Hann varð bygdur í 1788 sum ensk fangalega við einum 1500 fangum. Nú búgva yvir 4,6 mió. fólk í Sydney. Býurin er bygdur báðumegin ein langan fjørð og hevur tí eina góðan skipahavn, og hagar koma skip úr øllum heimsins londum. Hann er tí ein stórur handilsstaður. Býurin er við Port Jackson, ein øgiliga stór náttúruhavn, sum m.a. Sydney Harbour Bridge gongur um tætt við Operahúsið. Sydney er eisini stórur ídnaðarstaður; hann stendur ímillum teir stóru stálvirkisbýirnar Port Kembla og Newcastle. Í Sydney er triðingurin av øllum landsins ídnaði; har gera teir vognar, jarnbreytir, traktorar, lastbilar, kranar, landbúnaðaramboð, skip og annað, og har eru eisini stór ullvirki, mjólkarvirki, slaktihallir og leðurvirki. Stór kolanám eru tætt við býin, og nógv kol umframt annað, sum flutt verður út úr Avstralia, verður skipað inn í Sydney. Sydney er týðandi ídnaðar- og ferðamannabýur.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið