Jump to content

Ítróttur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Ítrótt)
Børn sum spæla fótbólt.

Ítróttur er kropslig venjing undir føstum reglum vanliga skipað og íðkað sum kapping. Hóast ítrótt er spæl, krevst ofta av teimum, ið íðka ítrótt, at tey eru sterk av lyndi. Og í t.d. kappingarítrótt er gleðin at vinna ofta vann størsta. Kappingarítrótt er vanliga skipað eftir reglum og lógum, so at treytirnar hjá teimum, sum kappast, skulu vera tær somu. Ítrótt mest er sprottin úr gerandisvirksemi, til dømis renning, bogaskjóting og glíming. Onnur ítrótt, til dømis vælumtóktu bóltspølini, er nógv nýggjari. Og so hvørt útgerðin mennist, verða reglurnar broyttar, so at eitt ítróttafólk ikki skal hava fyrimun fram um annað. Stuðlar og sjónvarp ávirka ítróttina nógv. Bestu leikararnir vinna milliónir, og størstu ítróttahendingarnar síggjast um allan heimin um fylgisvein. Hvør ítróttargrein hevur sínar reglur, so øll, sum leika, skulu vita, hvussu ið leikað skal verða. Kampleiðarar og dómarar eru við á leikvølli og fylgja gjølla við, at leikarar halda reglurnar. Í summum spølum floyta teir hart, tá ið leikur skal byrja, ella steðgur skal verða. Eisini vísa teir við flaggi ella hond, at leikarar skulu vita, hvar ið nú er farið fram. Í reglunum fyri ymisku spølini er skrivað, hvussu breiður og langur vøllurin skal vera, hvussu hann skal vera merktur, og hvar ið málini skulu vera. Kanska eru ymiskar reglur, einar fyri vaksin og einar fyri børn. Í t.d. kurvabólti eru tríggjar støddir av plátum og fríkastøkjum: fyri vaksin, ung og yrkisleikarar. Soleiðis er eisini í m.a. fótbólti, har yngstu leikararnir spæla tvørturum á hálvum vølli og í handbólti, har tey smáu spæla á lítlum vølli við lítum bólti.



Í liðiítrótt, sum til dømis fótbólti ella handbólti, mugu leikarar arbeiða saman, skulu teir vinna. Fremstir í liðiítrótt eru oftast álopsleikararnir - teir, ið skora málini. Men royndu allir at skora, vóru eingir verjuleikarar at forða hinum liðnum at skora. Hvør leikari hevur sítt pláss á liðnum, og allir eru líka týðandi, at liðið skal vinna. Búnar hava nógv at siga í liðiítrótt. Áskoðarar og leikarar duga eftir teimum at skyna, hvør ið er í parti. Innanundir búnanum við eyðkennislitinum eru leikarar í ymiskum verjum, ella teir hava verjur um knø og albogar. Tað er serliga í spølum, tá ið leikarar renna ofta hvør á annan og detta, til dømis í amerikonskum fótbólti, íshockey, rugby ella handbólti. Skógvar eru gjørdir til ymisku undirløgini - gummisóli til innandura spæl og skógvar við tøppum undir til gras. Bóltur er týðandi útgerð hjá summum, og hjá øðrum er neyðugt við ketsjara ella batti. Í einstaklingakappingum kappast luttakarnir hvør móti øðrum. Summir í greinum, sum lættur eru at máta, og har ið met kunnu setast. Maður móti manni eru t.d. í tennisi, judo og fikting. Fleiri kunnu kappast í senn í kapprenning ella á rossabaki. Í summum greinum eru ítróttafólk púra einsamøll tá tíð, tey kappast. Soleiðis er m.a. í alpinari skiðrenning og bogaskjóting. Kappingar eru, har ið ikki ber til at síggja beinleiðis, hvør ið vinnur. Har eru dómarar, sum geva stig, og bíðað verður altíð í spenningi eftir úrslitinum. Soleiðis er í fimleiki, og tá ið kavað verður.

Um orðið

[rætta | rætta wikitekst]

Orðið kemur frá fornnorrønum iþræt sum er í ætt við íð sum merkir at útinna (íðka) nakað. Ítrótt er sambært orðabókum kvennkynsorð, men í mannamunni verður oftast orðið ídráttur nýtt. Hetta hevur ført við sær vanliga skriviháttin ítróttur (kvennkynsorðið maskuliniserað), sum í veruleikanum á føroyskum ikki kann sigast, soleiðis sum tað verður skrivað.

Ítróttargreinar

[rætta | rætta wikitekst]
Evropear spæla fótbólt við tí runda bóltinum, men í amerikonskum fótbólti brúka teir ein avlangan bólt. Rugbyleikarar brúka eisini avlangan bólt.

Bóltspøl (lið)

[rætta | rætta wikitekst]

Bóltspøl (eitt ella tvey fólk)

[rætta | rætta wikitekst]

Frælsar ítróttir

[rætta | rætta wikitekst]

Stríðsítróttur

[rætta | rætta wikitekst]

Motor ítróttur

[rætta | rætta wikitekst]

Ítróttur við djórum

[rætta | rætta wikitekst]

Vatnítróttur

[rætta | rætta wikitekst]

Vetrar ítróttur

[rætta | rætta wikitekst]

Annar ítróttur

[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Ítróttur í Føroyum

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið