Kappróður í Føroyum
Kappróður hevur verið eitt kent fyribrigdi í Føroyum í øldir. Sum frítíðarítrótt gjørdi hann seg rættiliga galdandi í samband við framkomuna av tí nýmótans samfelagnum í fyrru helvt av hesi øld. Kappróður verður vanliga nevndur tjóðarítrótt Føroya. Tað sum eyðkennir ta føroysku róðrar-ítróttina er tað sermerkta sniðið, bátarnir hava. Bæði menn og kvinnur luttaka í kappróðrinum hvør fyri seg. Barnaróðrar hava eisini verið vælumtóktir seinastu árini, og í 2010 gjørdist barna kappróðurin eisini FM róður eins og hjá teimum ungu og teimum vaksnu. Hendan ítróttargrein, sum er summar-ítrótt burturav, er serstakliga væl umtókt, og áskoðaratalið er altíð sera stórt. FM-kappingarnar verða hildnar á teimum mongu summarstevnunum kring landið. Fyrsti róðurin er á Norðoyastevnu í Klaksvík, sum oftast er fyrsta vikuskifti í juni, kappróðurin er leygardag á Norðoyastevnu. Seinasti róðurin er á Ólavsøku 28. juli. Vanligasti teinurin ið róð verður er 1000 metrar. 10-mannaførini rógva tó 2000 metrar har tað ber til. Á Ólavsøku ber ikki til at rógva longri teinar enn 1000 metrar. Børnini rógva styttri teinar. Onkuntíð verður róð í fleiri bólkum, tá verður eisini finaluróður. Hetta er onkuntíð galdandi fyri 5-mannaførini sum eru flest í tali.[1]
Kappast verður í bólkum eftir kyni og stødd av báti
[rætta | rætta wikitekst]Kappast verður í hesum bólkum til FM:[2]
- Barnaróður, dreingir í 5-mannførum
- Barnaróður, gentur í 5-mannførum
- Gentur í 5-mannaførum
- Dreingir í 5-mannaførum
- Kvinnur í 5-mannaførum
- Kvinnur í 6-mannaførum
- Menn í 6-mannaførum
- Menn í 8-mannaførum
- Menn í 10-mannaførum
Róðursmaðurin kann vera av hinum kyninum.
Stevnur í Føroyum við FM kappróðri
[rætta | rætta wikitekst]Niðanfyri sæst yvirlit yvir tær føroysku bý- og bygdastevnur, sum hava FM kappróður, og nær ið hesar stevnur eru.
- Norðoyastevna er oftast fyrsta vikuskifti í juni í Klaksvík, FM kappróður er hvørt ár á Norðoyastevnu, tað er fyrsti róðurin
- Eystanstevna er annað vikuskifti í juni í Runavík, FM róður er annað hvørt ár á Vestanstevnu, líka ár (2004, 06, 08, 2010 osfr.). Eystanstevna og Varmakeldustevnan skiftast um at hava FM kappróður.
- Sundalagsstevna er eitt vikuskifti um miðan juni. Tríggjar bygdir skiftast um at vera vertir, tær eru: Kollafjørður, Hósvík og Hvalvík.[3] Í 2007 og 2010 var stevnan í Hvalvík, í 2008 og 2011 í Hósvík, í 2006, 2009 og 2012 í Kollafirði.
- Jóansøka er seinasta vikuskifti í juni ella tann leygardagin sum liggur tættast við jóansøkudag sum er 24. juni. Jóansøkan er annað hvør ár í Vági (líka ár, t.d. 2006, 08 og 2010) og annað hvørt ár á Tvøroyri (ólíka ár, t.d. 2005, 07, 09 og 2011). FM kappróður er altíð á jóansøku.
- Varmakelda er fyrsta vikuskifti í juli í Fuglafirði, FM róður er annað hvørt ár, 2005, 07, 09, 2011 os.fr.
- Vestanstevna er annað vikuskifti í juli. Stevnan skiftir millum 3 tær størstu bygdir í Vágum, tað vil siga, at Vestanstevnan er triðja hvørt ár í Sandavági, Miðvági og Sørvági. Stevnan var 2005, 2008 og 2011 í Miðvági, í Sandavági í 2006 og 2009 og í Sørvági í 2007 og 2010. Fyrr var Vestanstevnan eisini hildin í Vestmanna, seinastu ferð var ár 2000.[4]
- Fjarðastevna er um hálvan juli. Annað hvørt ár (líka ár) í Vestmanna (2004, 06, 08 og 2010). Strendur og Skála skiftast um at hava FM róðurin fjórða hvørt ár. Í 2007 og 2011 var fjarðastevnan við FM kappróðri á Strondum, í 2005 og 2009 á Skála.
- Ólavsøka, ólavsøkukappróðurin er ólavsøkuaftan 28. juli í Havn. Seinasti FM kappróðurin er altíð á Ólavsøku.
Mest vinnandi róðrarfeløg í Føroyum
[rætta | rætta wikitekst]Niðanfyri sæst yvirlit yvir kappróðrarfeløg í Føroyum, sum hava vunnið FM heitið. Hagtølini eru frá 1973-2011.[5] Yvirlitið er dagført í juli 2012, áðrenn ólavsøkuróðurin. Skrásetingin av hagtølunum við føstum starti byrjaði í 1973, kappróðurin er tó nógv eldri enn tað.
- Havnar Róðrarfelag 60
- Argja Róðrarfelag 21
- Kappróðrarfelagið NSÍ 20
- Róðrarfelagið Knørrur 17
- Klaksvíkar Róðrarfelag 14
- Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag 13
- Kvívíkar Sóknar Róðrarfelag 10
- Skála Róðrarfelag 9
- Vestmanna Ítróttarfelag, róðrardeild 9
- Sandavágs Ítróttafelag, róðrardeild 9
- Miðvágs Róðrarfelag 8
- Kollafjarðar Ítróttafelag, róðrardeild 7
- Nólsoyar Ítróttafelag, róðrardeild 6
- Froðbiar Sóknar Róðrarfelag 5
- Oyndarfjarðar Ítróttafelag, róðrardeild 5
- Vágs Kappróðrarfelag 5
- Norðdepils-Hvannasunds Róðrarfelag 4
- Strálan 4
- Hósvíkar Róðrarfelag 3
- Sunda Róðrarfelag 3
- Gøtu Ítróttafelag, róðrardeild 1
- ÍF-Kappróður 1
- Ítróttafelagið Royn, róðrardeild 1
Kelda
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ RSF.fo, Reglugerð fyri bólkabýti[deyð leinkja]
- ↑ Drekin.fo
- ↑ RSF.fo[deyð leinkja]
- ↑ Drekin.fo - Bestu tíðirnar frá Vestanstevna (Vestmanna) (1973-)
- ↑ Drekin.fo, Mest vinnandi feløgini (1973-)