VÍF

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Vestmenningur á veg út til Ólavsøkukappróðurin 2010.
Hondbóltsdystur millum bestu kvinnuliðini hjá VÍF og VB.
Vestmenningur og Klaksvíkingur á Vestanstevnu 2011. Vestmenningur gjørdist nummar tvey, Klaksvíkingur vann og Hoyvíkingur gjørdist nummar trý.
Kappróður á Jóansøku í Vági, 2010, 10-mannafør. Vestmenningur gjørdist nummar tvey.

VÍF er Vestmanna Ítróttarfelag, sum fevnir um ítróttargreinirnar hondbólt, badminton og kappróður. Felagið hevur bústað í Vestmanna.

Søgan[rætta | rætta wikitekst]

Vestmanna Ítróttarfelag varð stovnað 17. mai 1939. Tað hava sitið umleið 15 formenn í felagnum, harav tvær kvinnur [1].

Hondbóltur[rætta | rætta wikitekst]

VÍF byrjaði at hava kvinnuhondbólt longu tá felagið varð stovnað í 1939. Manshondbólturin byrjaði trý ár seinni í 1942. Tey fyrstu árini varð spælt inni á Fjarðasandi, síðan var farið niðan á Gomluplen. Seinni varð spælt á vøllinum við skúlan. Nøkur ár hevði felagið heimavøll í ítróttarhøllini á Skála, men í 1986 varð ítróttarhøll bygd í Vestmanna, og síðan tá hevur felagið havt venjingar har og spælt heimadystirnir har.

Kappróður[rætta | rætta wikitekst]

Vestmenningar fingu sín fyrsta kappróðrarbát áðrenn VÍF varð stovnað. Fyrsti báturin var 10-mannafarið Vestmenningur, sum felagið læt smíða í 1927. Tað var Jógvan í Skálum, sum smíðaði bátin. Seinni smíðaði hann eisini fyrstu Havfrúnna. Seinni fekk felagið nýggjar bátar, tá var tað Niclas í Koltri, bátasmiður, sum smíðaði bátarnar [2].

Vestmenningur hevur verið føroyameistari árini 1983, 1984, 1987, 1995, 1997 og 2000. Havfrúgvin gjørdist eisini føroyameistari. 5-mannafør kvinnur vunnu føroyameistaraheitið í 1999, 5-mannafør dreingir vunnu tað sama árið, tvs. í 1999 og so aftur í 2007 [3].

Inniróður[rætta | rætta wikitekst]

Seinastu árini hevur VÍF eisini verið virkið innan inniróður. Ein av ungu rógvarum felagsins, Torstein Brattaberg, hevur vunnið FM, DM og Norðurlandsmeistaraheitið.

Badminton[rætta | rætta wikitekst]

VÍF byrjaði at venja badminton seinast í 1980'unum. Tað datt niður fyri aftur stutta tíð seinni, men síðan 1995 hevur felagið spælt badminton relguliga. Umleið 80 fólk venja badminton í Vestmanna.

Hópurin hjá VÍF í Atlantic Airways kappingini 2011/12 (menn)[rætta | rætta wikitekst]

Venjarir hjá VÍF monnum í hondbólti eru Ingi Olsen og Dia Midjord.

No. Pláss Leikari
Føroyar Eli Muller
Føroyar Tummas í Niðristovu Durhuus
Dejan Lacok
Føroyar Ve Andrias Evensen
Føroyar Ve Áki Gaardbo Olsen
Ve Gabriel Apitrei
Føroyar Ve Holgar Durhuus
Føroyar Ve Jákup Andrias Joensen
Føroyar Ve Joen Pauli Høgnesen
Føroyar Ve Magnus Muller
No. Pláss Leikari
Føroyar Ál Rúni Fossdal
Føroyar Ál Sámal Joensen
Føroyar Ál Bjarti Hansen
Føroyar Ál Magnus á Rógvi
Føroyar Ál Rói Lamhauge
Føroyar Ál Ingi Olsen
Føroyar Ál Regin Joensen
Ál Anders Christensen
Føroyar Ál Agnar Joensen
Føroyar Ál Bárður Brimvík

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "VIF.fo". http://www.vif.fo/?page_id=211. Heintað 2011-07-15. 
  2. "VIF.fo". http://www.vif.fo/?page_id=211. Heintað 2011-07-15. 
  3. "RSF.fo". http://www.rsf.fo/F%C3%B8roya_Meistarar.html. Heintað 2010-12-12. 

Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið