Jump to content

Hósvíkar Róðrarfelag

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Falkur, 5-mannafar

Hósvíkar Róðrarfelag er føroyskt róðrarfelag úr Hósvík. Róðrarfelagið varð stovnað í 1979.[1] Felagið eigur 3 bátar, teir eru havbláir við svørtum stokkum.

  • Heykur, sum er eitt fimmmannafar; Terji R. Jakobsen smíðaði í 2018.
  • Falkur, sum er eitt fimmmannafar; Sámal Hansen smíðaði í 2009.
  • Hósvíkingur, sum er eitt seksmannafar; Sámal Hansen smíðaði í 2005.

Hósvíkar Róðrarfelag eigur fýra FM heiti, trí við seksmannafarinum Hósvíkingi og eitt við fimmmannafarinum Heyki. Hósvíkingur vann í seksmannafør menn í 1985, 1986 og 1987. Heykur vann í fimmmannafør dreingir í 2020.[2]

  1. Hosvik.net[deyð leinkja]
  2. "Drekin.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-06-06. https://web.archive.org/web/20120606024017/http://drekin.fo/default.asp?page=teams&mode=boatinfo&boatID=26. Heintað 2011-07-05.

Ávísing úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið