Róðrarfelagið Knørrur
Stovnað: | 28. februar 1985. |
Bátar: | Jallurin, Tambar, Pílur, Jarnbardur, Herningur, Knørrur, Ormurin Langi, Kongurin og Úlvur. |
Bátslitir: | Bláir við hvítari rond. |
Sermerki: | Føroyskan stavn. Øll bátsnøvn úr kvæðinum um Ormin Langa. |
Tilhald: | við Lágu kai á Skálatrøð og í Evensens pakkhúsi við Eystaru vág. |
Heimasíða: | rk.fo |
Róðrarfelagið Knørrur (RK) er eitt róðrarfelag í Tórshavn. Felagið varð stovnað 28. februar í 1985 og hevur øll árini hildið til í neystinum við Lágu kai á Skálatrøð. Síðan 2011 hevur felagið eisini hildið til í Evensens pakkhúsi við Eystaru vág. Innivenjingin er í Tollbúðini á Eystaru bryggju.
Felagið hevur níggju bátar. Teir eru fimmmannaførini Jallurin, Tambar og Pílur, seksmannaførini Jarnbardur og Herningur, áttamannafarið Knørrur og tíggjumannaførini Ormurin Langi og Kongurin. Harumframt hevur felagið eisini tristin Úlv, ið verður nýttur til smábarnaróður, og seksmannafarið Gamla Jarnbard.
Bátar felagsins eru bláir við hvítari rond, hava føroyskan stavn og hava allir nøvn úr kvæðinum um Ormin Langa.
Føroyameistaraheiti[rætta | rætta wikitekst]
Tambar, gentur: 2018
Jallurin, dreingir: 2011
Jallurin, kvinnur: 2017
Jarnbardur, kvinnur: 1991, 1992, 1993, 1997, 1999, 2000, 2002, 2004, 2005, 2007, 2008, 2013, 2014, 2015, 2020, 2021
Jarnbardur, menn: 2013
Knørrur: 1985, 1989, 1990, 2006
Ormurin Langi: 2018, 2019, 2020
Myndir[rætta | rætta wikitekst]
Jallurin kappróður á Norðoyastevnu 2012, barnaróður, gentur 2012, sum Jallurin vann.