Jump to content

Jallurin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Navn:Jallurin.
Stødd:Fimmmannafar.
Litir:Bláur við hvítari rond.
Sermerki:Føroyskan stavn. Navn úr kvæðinum um Ormin Langa.
Byggiár:2011.
Smiður:Sámal Hansen. Archived 2011-07-26 at the Wayback Machine
Heimasíða:rk.fo/jallurin
Jallurin við dreingjum, føroyameistari 2011

Jallurin er fimmmannafar hjá Róðrarfelagnum Knørri (RK) í Tórshavn.

Hann er bláur við hvítari rond og hevur føroyskan stavn.

Navnið stavar frá kvæðinum um Ormin Langa, sum er navnakelda til allar bátarnar hjá Róðrarfelagnum Knørri. Rógvarar á Jallinum hava sum hinir rógvarar felagsins eina ørindisreglu úr kvæðinum á búna sínum.

Fyrsti Jallurin kom í 2006. Verandi bátur er annar í røðini og varð bygdur í 2011. Aðrir bátar í Róðrarfelagnum Knørri eru fimmmannaførini Tambar og Pílur, seksmannaførini Jarnbardur og Herningur, áttamannafarið Knørrur og tíggjumannaørini Ormurin Langi og Kongurin.


Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]