Jarnbardur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Navn: Jarnbardur.
Stødd: Seksmannafar.
Litir: Bláur við hvítari rond.
Sermerki: Føroyskan stavn. Navn úr kvæðinum um Ormin Langa.
Byggiár: 2009.
Smiður: Sámal Hansen.
Heimasíða: knorrur.fo/jarnbardur

Jarnbardur er eitt seksmannafar hjá Róðrarfelagnum Knørri (RK) á Skálatrøð í Tórshavn.

Hann er bláur við hvítari rond og hevur føroyskan stavn, sum eisini er eitt av sermerkjum felagsins.

Navnið Jarnbardur stavar frá kvæðinum um Ormin Langa, sum er navnakelda til allar bátarnar hjá Róðrarfelagnum Knørri, og rógvarar á Jarnbardi hava sum allir rógvarar í felagnum eina ørindisreglu úr kvæðinum á búna sínum.

Verandi Jarnbardur er tann triði í røðini; tann fyrsti kom í 1990. Hinir bátarnir í Róðrarfelagnum Knørri eru fimmmannaførini Jallurin, Tambar og Pílur (bátur), seksmannafarið Herningur, áttamannafarið Knørrur og tíggjumannafarið Ormurin Langi.

Føroyameistari[rætta | rætta wikitekst]

Jarnbardur hevur vunnið FM heili 11 ferðir ferðir í bólkinum 6-mannafør kvinnur:

  • 1991
  • 1992
  • 1993
  • 1997
  • 1999
  • 2000
  • 2002
  • 2004
  • 2005
  • 2007
  • 2008[1]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Drekin.fo

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]