Tambar
Appearance
| Navn: | Tambar. |
| Stødd: | Fimmmannafar. |
| Litir: | Bláur við hvítari rond. |
| Sermerki: | Føroyskan stavn. Navn úr kvæðinum um Ormin Langa. |
| Byggiár: | 2018. |
| Smiður: | Terje Reinert Jacobsen. |
| Heimasíða: | rk.fo/tambar |
Tambar er fimmmannafar hjá Róðrarfelagnum Knørri (RK) í Tórshavn.
Hann er bláur við hvítari rond og hevur føroyskan stavn.
Navnið stavar frá kvæðinum um Ormin Langa, sum er navnakelda til allar bátarnar hjá Róðrarfelagnum Knørri. Rógvarar á Tambar hava sum hinir rógvarar felagsins eina ørindisreglu úr kvæðinum á búna sínum.
Tambar róði fyrstu ferð í 2007. Verandi Tambar er tann triði í røðini og varð bygdur í 2018. Aðrir bátar í Róðrarfelagnum Knørri eru fimmmannaførini Jallurin og Pílur, seksmannaførini Jarnbardur og Herningur, áttamannafarið Knørrur og tíggjumannaførini Ormurin Langi og Kongurin.