Stevnur í Føroyum
Stevnur eru kring Føroyar nærum hvørt vikuskifti í juni og juli. Flestu av stevnunum hava kappróður sum eitt av høvuðs ítróttar tiltøkunum. Tó er ikki allur kappróður við í Føroyameistara kappingini. Kappróður er altíð leygardagar, uttan á Ólavsøku, tá kappróðurin altíð verður fyriskipaður ólavsøkuaftan 28. juli. Í heilt serligum førum kann kappróðurin tó flytast til dagin eftir, tí tað als ikki hevur viðrað tann dagin, tá hann skuldi vera.
Stevnur í Føroyum við FM kappróðri
[rætta | rætta wikitekst]Niðanfyri sæst yvirlit yvir tær føroysku bý- og bygdastevnur, sum hava FM kappróður, og nær ið hesar stevnur eru.
- Norðoyastevna er oftast fyrsta vikuskifti í juni í Klaksvík, FM kappróður er hvørt ár á Norðoyastevnu, tað er fyrsti róðurin
- Eystanstevna er annað vikuskifti í juni í Runavík, FM róður er annað hvørt ár á Eystanstevnu, líka ár (2004, 06, 08, 2010 osfr.). Eystanstevna og Varmakeldustevnan skiftast um at hava FM kappróður.
- Sundalagsstevna er eitt vikuskifti um miðan juni. Tríggjar bygdir skiftast um at vera vertir, tær eru: Kollafjørður, Hósvík og Hvalvík.[1] Í 2007 og 2010 var stevnan í Hvalvík, í 2008 og 2011 í Hósvík, í 2006, 2009[2] og 2012 í Kollafirði.
- Jóansøka er seinasta vikuskifti í juni ella tann leygardagin sum liggur tættast við jóansøkudag sum er 24. juni. Jóansøkan er annað hvør ár í Vági (líka ár, t.d. 2008, 2010 og 2012) og annað hvørt ár á Tvøroyri (ólíka ár, t.d. 2007, 09 og 2011). FM kappróður er altíð á jóansøku.
- Varmakelda er fyrsta vikuskifti í juli í Fuglafirði, FM róður er annað hvørt ár, 2005, 07, 09, 2011 osfr.
- Vestanstevna er eitt vikuskifti í fyrra helmingi av juli, í 2012 er stevnan 14. juli, í 2011 var hon 9. juli. Stevnan skiftir millum 3 tær størstu bygdir í Vágum, tað vil siga, at Vestanstevnan er triðja hvørt ár í Sandavági, Miðvági og Sørvági. Stevnan var 2005, 2008 og 2011 í Miðvági, í Sandavági í 2006 og 2009 og í Sørvági í 2007 og 2010. Fyrr var Vestanstevnan eisini hildin í Vestmanna, seinastu ferð var ár 2000.[3]
- Fjarðastevna er um hálvan juli, í 2012 er stevnan 7. juli. Annað hvørt ár (líka ár) í Vestmanna (2004, 06, 08, 2010 og 2012). Strendur og Skála skiftast um at hava FM róðurin fjórða hvørt ár. Í 2007 og 2011 var fjarðastevnan við FM kappróðri á Strondum, í 2005 og 2009 á Skála.
- Ólavsøka, ólavsøkukappróðurin er ólavsøkuaftan 28. juli í Havn. Seinasti FM kappróðurin er altíð á Ólavsøku.
Stevnur 2013
[rætta | rætta wikitekst]Í 2013 verður FM kappróður hesar dagar og á hesum stevnum og bygdum/býum:
- Norðoyastevna í Klaksvík - 1. juni
- Sundalagsstevna í Hvalvík - 15. juni
- Fjarðastevna á Skála - 22. juni
- Jóansøka á Tvøroyri - 29. juni
- Eystanstevna í Fuglafirði - 6. juli
- Vestanstevna í Sørvági - 13. juli
- Ólavsøka í Havn - 28. juli
Stevnur 2014
[rætta | rætta wikitekst]Í 2014 verður FM kappróður hesar dagar og á hesum stevnum:
- Norðoyarstevna í Klaksvík 31. mai 2014
- Eystanstevna 07. juni 2014
- Sundalagsstevna 14. juni 2014
- Jóansøka í Vági 28. juni 2014
- Fjarðastevna 05. juli 2014
- Vestanstevna 12. juli 2014
- Ólavsøka 28. juli 2014
Aðrar stevnur
[rætta | rætta wikitekst]Ymisk onnur sløg av stevnum eru í Føroyum, sum onki hava við kappróður at gera. Nevnast kunnu t.d.
- Føroya Sjómannadagur í Klaksvík, sum er 3. vikuskifti í august
- Grindabátadagur í Vági er ein leygardag fyrst í juni ella síðst í mai, tó ikki hvørt ár. Útferðir við grindabátum eru ofta á hvítusunnu.
- Mentanarnáttin í Havn plagar at vera í juni, í 2011 var hon 3. juni[4]
- Mentanarvikan í Runavík er ofta somu viku sum Faroexpo er[5]
- Ment í Sumba er ein mentanar- og bygdastevna í Sumba, sum verður fyriskipa einaferð um árið, í 2013 í juni
- Sandoyarstevna er einaferð um árið í einari bygd á Sandoynni
- Ovastevna í Nólsoy er hvørt ár um hálvan august ella í fyrru helvt av august (eitt vikuskifti)
- Bygdastevna í Hvalba plagar at vera í mai
- Djóradagar í Hovi plaga at vera eitt vikuskifti í mai
- Útoyggjastevna er á útoyggjum einaferð um árið, oyggjarnar skiftast um at hýsa stevnuni, oftast í juni ella juli
- Bátafestivalurin á Toftum í 2012 var bátastevna á Toftum hin 5. mai
- Bátastevna í Vestmanna plagar at vera í mai
- Bátastevna á Eiði
- Football Festival í Tórshavn er hvørt ár í juli. Festivalurin inniheldur eina blanding av fótbólti og tónleiki.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ RSF.fo[deyð leinkja]
- ↑ Torshavn.fo
- ↑ Drekin.fo - Bestu tíðirnar frá Vestanstevna (Vestmanna) (1973-)
- ↑ VisitTorshavn.fo
- ↑ VisitEysturoy.fo