Føroya Sjómannadagur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Føroya Sjómannadagur er eitt serligt slag av stevnu, sum verður hildin í Klaksvík triðja vikuskiftið í august.[1] Sjómannadagurin í Klaksvík er tann fyrsti av sínum slagi í Føroyum. Høvuðsvinnan í Føroyum, fiskivinnan, er í miðdeplinum. Har eru tiltøk fyri børn og vaksin, og alt er ókeypis uttan matur og drekka. Skipað verður fyri kappingum og so eru framsýningar og fyrilestrar um fiskivinnuna eisini partur av skránni. Føroysku træseglskipini Johanna TG 326, Westvard Ho TN 54 og Dragin KG 212 luttaka vanliga og sigla á vánni við seglum. Í 2011 luttaka eisini umleið 10 Grindabátar úr Vági og nakrir aðrir grindabátar úr Norðoyggjum og Suðuroy. Sjómannadagurin endar við "Dans på bryggen" leygarkvøld. Tiltøk eru alt vikuskiftið. Í 2010 og 2011 luttók Livar Nysted úr Hvannasundi á Sjómannadøgunum. Í 2010 framdi Livar Nysted eitt bragd, tá hann saman við trimum øðrum monnum setti 2 heimsmet tá teir róu 5200 km úr New York í USA til St. Mary's á Scilly oyggjunum við bátinum Artemis. Túrurin tók 43 dagar, 21 tímar og 26 minuttir, harvið tóku teir eitt 114 ára gamalt met, sum tveir normenn settu í 1896, tá teir róu teinin á 55 dagar og 13 tímar.[2] Livar og teir settu eisini eitt annað heimsmet á túrinum. Teir róðu ein tein á 24 tímar, sum var 188 km, tað er tað skjótasta nakar hevur róð í Norður Atlantshavi.[3] Í 2011 helt Livar Nysted fyrilestur um ferðina við Artemis hósdagin beint áðrenn sjálvan Sjómannadagin. Eitt serstakt sum var á skránni fríggjadagin 19. august 2011 var vitjan av norskum kavbáti. Fríggjadagin á Sjómannadøgum er fiskikapping fyri børn. Børnini kunnu eisini fara siglitúrar og kasta fløskupost. Skipa verður eisini fyri vatnkríggi.

Kappingar[rætta | rætta wikitekst]

Flestu av kappingunum eru FM kappingar og heiðursmerki vera latin. Kappast verður m.a. í:

  • Egning
  • Agnskering
  • Kelving
  • Kasta lodd
  • Halda dregg
  • Kasta fanglínu
  • Sjómanstak
  • Trolbøting
  • Togtogan
  • Fiskikapping
  • Kassastápling
  • Ripping
  • Vinda hespu upp í noða
  • Eplaflising
  • Svimjikapping um vánna (Ægir skipar fyri)

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Visitnordoy.fo, Tiltøk, Føroya Sjómannadagur
  2. BBC.CO.UK, Artemis rowing crew smashes transatlantic record
  3. OceanRowEvents.com

Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]