Jump to content

Livar Nysted

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Livar Nysted í 2012

Livar Nysted (føddur 27. september 1970) úr Hvannasundi er føroyskur havrógvari, sum gjørdist kendur í Føroyum og kring heimin, tá hann saman við Leven Brown, skipara, Don Lennox og Ray Carroll setti tvey nýggj heimsmet, tá teir róu tvørtur um Norður Atlantshavið vit bátinum Artemis Investments úr New York í USA til St. Mary í Scilly Oyggjunum, tað gjørdu teir á sumri 2010.[1] Livar var boðin við á nýggja ævintýraferð tvørtur um Indiska havið, teir skuldu rógva úr Perth í Avstralia til Afrika við bátinum Sara G.[2] Teinurin ið rógvast skal er 7000 km.[3] Henda ferðin bleiv tó av ongum, tí báturin, La Mondiale, sum teir skuldu rógva við, bleiv vrak undir einum øðrum túri við øðrum rógvarum. Tíbetur kláraðu allir at koma undan við lívinum. Tað gekk ikki long tíð, so fann Livar aðra loysn, hann slapp við á ein túr tvørtur um Suður Atlantarhavið, har ætlanin er at seta nýtt heimsmet. Teir løgdu frá landi hin 18. januar 2013 úr Puerto de Mogán, Grand Kanaria, og hildu leiðina allan teinin til Port Saint Charles, Barbados. Aftur hesaferð var tað Leven Brown, sum varð skipari. Leven hevur sjálvur bygt bátin, sum teir róu við. Báturin eitur Avalon.[4] Livar og teir høvdu ymiskir óvantaðir trupulleikar á ferðini, nakrir skaðar hendur við bátinum, eitt nú brotnaði kjølurin tvær ferðir, teir høvdu ein eyka við og aðru ferðina fingu teir umvælt skaðan. Ein annar trupulleiki var, at teir høvdu mótvind allan vegin og at streymurin eisini var ímóti. Teir megnaðu tí ikki at seta heimsmet, men teir vóru álíkavæl sera nøgdir við túrin, tí teir kláraðu at gjøgnumføra túrin hóast trupulleikar av ymiskum slag.

Umframt at vera havrógvari er Livar eisini sjómaður, fór til sjós longu 15 ára gamal. Hann hevur tikist við annan ítrótt enn rógving, hann hevur spælt flogbólt og íðka judo. Harumframt fæst Livar eisini við listamáling. Havið er mest nýtta myndaevnið, tá Livar málar.[5] Livar er giftur við Svannu og eiga tey 4 børn, tey eru: Jóna, Joan, Tóra og Ronja.[6]

Lívsleiðin innan rógving

[rætta | rætta wikitekst]

Við tRIO tvørtur um Indiska Havið í 2013 - Nýtt heimsmet

[rætta | rætta wikitekst]

Livar og tveir aðrir høvdu ætlanir um at rógva tvørtur um Indiska Havið í einum báti við bert trimum rógvarum.[7] Báturin tRIO er 29 føtur (8,8m) langur.[8] Ein av rógvarunum er ein libanesi, Maxime Chaya, sum er ein ævintýrari og hevur roynt alt møguligt, eitt nú var hann fyrsti libanesi, sum klintraði upp á Mount Everest.[9] Triði rógvarin er breti og eitur Stuart Kershaw. Ferðin um Indiska Havið byrjaði 9. juni 2013. Alt gekk gott teir fyrstu dagarnar, ymiskir trupulleikar vóru á ferðini, hin 15. juni var okkurt galið við vatngeranum umborð. 19. juni høvdu teir enn trupulleikar við vatngeranum, og nú vóru eisini trupulleikar við manglandi streymi. Vindmyllan virkaði ikki sum hon skuldi, teir høvdu eisini sólpanelir umborð, men tað hevði verið yvirskýggjað, og tí høvdu hesir ikki framleitt nakran serligan streym henda fyrsta partin av túrinum. Hin 23. juni høvdu teir mótvind og stóra aldu, og høvdu ligið við drívakkeri í tveir dagar, uttan at rógva. Men teir róku tó tann rætta vegin móti Mauritius. Eitt gott sum hendi, meðan teir lógu við drívakkeri, var at Livar tá fekk góðar stundir til at hyggja nærri eftir vatngeranum, og helt at okkurt sá eitt sindur løgi út, hann býtti so um uppá okkurt og stytti onkra slangu, og so fór hann at virka aftur sum hann skuldi. Hann var nokk feilmonteraður, sá tað út til.[10] Hin 22. juni høvdu teir róð 1200 km.[11] Tað seinasta strekkið hjá Livari og teimum móti Mauritius gekk sera væl, teir høvdu undanvind og komu langt fram á leið. Hin 5. august 2013 komu teir leiðina fram. Teinurin hevði tá tikið 57 dagar, 15 tímar og 49 minuttir, og tað var nýtt heimsmet.[12]

Trý heimsmet vóru sett á túrinum

[rætta | rætta wikitekst]

Livar setti í alt trý heimsmet á hesum túrinum. Í november 2013 fekk Livar trý próg um nýggj heimsmet, sum hann hevði sett á túrinum, havav átti hann tað eina einsamallur. Heimsmetini vóru hesi:

  1. Heimsmet fyri at hava róð skjótast um Indiahav
  2. Heimsmet fyri at hava róð saman við bara tveimum øðrum rógvarum um Indiahav sum teir fyrstu
  3. Heimsmet fyri at hava róð tvørtur um tvey høv sama ár[13]

Tvørtur um Suðuratlantshavið í 2013 við Avalon

[rætta | rætta wikitekst]

Í januar og februar 2013 róði Livar saman við 7 øðrum tvørtur um Suðuratlantshavið við bátinum, Avalon, sum skiparin, Leven Brown hevði smíðað. Endamálið við túrinum var fyrst og fremst at gjøgnumføra túrin, og hartil var so ein vón um at seta nýtt heimsmet eisini. Túrurin byrjaði hin 18. januar 2013 úr Puerto de Mogán í Grand Kanaria og endaði hin 22. februar 2013 kl. 7:51 á Barbados. Kona Livar og systir hansara vóru har og tóku ímóti teimum. Teir høvdu havt mótvind og mótstreym allan vegin, og tekniskir trupulleikar við bátinum eisini, t.d. var kjølurin brotnaður tvær ferðir, men hóast alt hetta, so kláraðu teir at gjøgnumføra túrin uppá 32 dagar, 12 tímar og 41 minuttir. Teinurin ið teir róðu var umleið 5000 km.[14] Tá Livar kom aftur til Føroya hin 1. mars 2013, skipaði Hvannasunds kommuna fyri móttøku í Skúlanum á Fossanesi.[15]

Setti tvey heimsmet í 2010

[rætta | rætta wikitekst]
Livar vann FM við Sundabátinum í 2004. Henda myndin er frá Norðoyastevnu 2012.

Livar Nysted, Don Lennox, Leven Brown og Ray Carroll settu tvey heimsmet, tá teir róðu úr New York til Scilly Oyggjarnar í Stóra Bretlandi í juli 2010. Fyrra metið settu teir 29. juni 2010, tá teir róðu 188 km á 24 tímar, metið var fyri strekkið róð uppá eitt døgn fyri bátar við 4 rógvarum. Gamla metið var 178 km (111 míl) - Nýggja metið, ið Livar, Leven, Ray og Don hava sett er 188 km (117 míl). Heimsmetið er galdandi fyri Norður Atlanshavið.[16] Seinna heimsmetið settu Livar og teir, tá teir komu til Scilly Oyggjarnar 31. juli 2010, ferðin úr New York til Scilly Oyggjarnar tók teimum 43 dagar, 21 tímar og 26 minuttir. Tveir norðmenn áttu gamla metið, sum teir settu 114 ár áðrenn Artemis við Livari Nysted, Brown, Lennox og Carrol. Norðmenninir George Harbo og Frank Samuelson róðu sama teinin á 55 dagar og 13 tímar, tað var í 1896.[17]

Ein roynd at rógva um Atlantshavið við La Mondiale í 2009

[rætta | rætta wikitekst]

Livar Nysted var ein av manningini umborð á róðrarbátinum La Mondiale, sum gjørdi eina roynd at rógva tvørtur um Suður Atlantshavið. Teir noyddust at gevast, tí at róðrið brotnaði.[18]

Fyrstu royndirnar innan havrógving í 2003 og 2005

[rætta | rætta wikitekst]
Nevið Reyða, 6-mannafar hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Livar er ikki við umborð á hesi myndini, sum var tikin á jóansøku 2011. Livar vann FM við Nevinum Reyða 10 ár áðrenn, í 2001.

Í 2003 gjørdu Livar og nakrir aðrir føroyingar eina roynd at rógva til Hetlands í føroyskum árabáti. Tað gekk ikki eftir vild, og teir máttu gevast eftir 24 tímar. Hetta var fyrstu ferð, at Livar royndi veruliga havrógving millum lond. Í juli 2005 royndi Livar aftur at gera henda túrin, tó ikki við somu manning sum í 2003. við føroyska kappróðrarbátinum Havrenningi, teir vóru fýra menn ið róu henda túrin. Ongin annar hevði fyrr róð úr Føroyum til Hetlands í kappróðrarbáti. Ove Joensen rói henda teinin í báti, men tað var ikki kappróðrarbátur. Teinurin, ið Livar og teir skuldu rógva var 180 fjórðingar úr Klaksvík til Aith í Hetlandi. Túrurin royndist betri enn í 2003, men teir komu ikki allan vegin fram til Hetlands. Átjan fjórðingar úr landi, tá teir sóu land, var veðrið so ótespuligt og aldan so høg, at teir vóru noyddir at biðja MRCC støðina í Føroyum um hjálp, teir spurdu MRCC um teir kundu fáa bát úr Hetlandi at fylgja teimum síðsta teinin, fyri at vera á tryggu síðuni. Skipið frá Shetland Coastguard sum kom ímóti teimum fyri at hjálpa teimum hevði tó ikki tíð til at fylgja teimum meðan teir sjálvir róðu, so teir fingu tvinnir kostir í at velja, antin at halda fram uttan hjálp ella at verða sleipaðir inn av skipinum Charles Lidbury hjá Hetlendsku sjóverjuni. Eftir at teir fýra høvdu tosað um hvat ið teir skuldu gera, valdu teir tryggu loysnina. Túrurin lærdi teir nógv, og teir fingu nógvar góðar og spennandi upplivingar. T.d. svam bóghvítuhvalur beint framvið borðinum á Havrenningi. Einferð fingu teir heita súpan frá manningini á Draganum, ein dagin fingu teir heit seyðarhøvd og eplir frá bátinum Turið úr Suðuroy. Ein dagin komu teir mitt ímillum tveir partrolarar, men alt spældi væl av.[19]

Trífaldur FM vinnari í føroyskum kappróðri

[rætta | rætta wikitekst]
Kappróður á Jóansøku 2010, 10-mannafør. Guli báturin er Eysturoyingur, sum Livar vann FM við í 2007.

Livar Nysted hevur tríggjar ferðir vunnið FM heitið í kappróðri í Føroyum, tað var í 2001, 2004 og 2007.[20]

  1. "Aktuelt.fo, Nú fer Livar avstað aftur". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-08-22. https://web.archive.org/web/20110822074416/http://aktuelt.fo/grein/nu_fer_livar_avstad_aftur. Heintað 2011-08-20. 
  2. Kringvarp.fo, Livar Nysted fyrireikar túr yvir Indiskahavið
  3. Filmur á YouTube, My life as a rower 2, eftir Livar Nysted
  4. Trip.fo[deyð leinkja] Skiparin er á Puerto de Mogan
  5. Nordlysid.fo, Vit eru stolt av at eiga teg Livar Archived 2012-04-17 at the Wayback Machine, Røðan sum Veronika Petersen, borgarstjóri helt fyri Livar Nysted á móttøku í Hvannasundi tann 5. august 2010
  6. Trip.fo Archived 2008-10-20 at the Wayback Machine Um Livar
  7. Eystportal.fo[deyð leinkja] Túrurin skuldi verða úr Perth, Avstralia til Mauritius, teinurin er umleið 6.500 km. Livar Nysted og hinir báðir byrjaðu at rógva í Indiskahavinum 9. juni 2013
  8. Um túrin Tríggir mans um Indiska Havið Archived 2020-11-30 at the Wayback Machine, trip.fo
  9. Samrøða í útvarpinum hjá Kringvarpinum 18. apríl 2013, sum Solby Kristiansdóttir gjørdi við Livar.
  10. Livar.trip.fo[deyð leinkja]
  11. Aktuelt.fo[deyð leinkja] 48 tímar í drívakkeri
  12. "in.fo, Livar fegnast um heimsmetið". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-08-23. https://web.archive.org/web/20130823054425/http://in.fo/index.php?id=9&tx_news_pi1%5Bnews%5D=1057&tx_news_pi1%5Bcontroller%5D=News&tx_news_pi1%5Baction%5D=detail&cHash=3d70c4482c0c8c24f53ab5e7e1469b77. Heintað 2013-08-05. 
  13. "Aktuelt.fo, Prógvini hjá Livari komin fram". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-11-09. https://web.archive.org/web/20131109224558/http://aktuelt.fo/grein/progvini_hja_livari_komin_fram. Heintað 2013-11-07. 
  14. Aktuelt.fo Archived 2013-02-25 at the Wayback Machine Livar komin á mál
  15. Aktuelt.fo[deyð leinkja] Livar skal heiðrast í kvøld
  16. Trip.fo, Nýtt heimsmet sett![deyð leinkja]
  17. BBC.co.uk, Artemis rowing crew smashes transatlantic record
  18. Dailyrecord.co.uk, blaðgrein, skrivað hevur Paul O'Hare, blaðmaður
  19. "Trip.fo, Túrurin til Hetlands í 2005". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2021-04-19. https://web.archive.org/web/20210419031954/http://www.trip.fo/tururin+til+hetlands+i+2005.html. Heintað 2011-08-21. 
  20. OceanRowEvents.com, Artemis Ocean Rowing, THE ARTEMIS NORTH ATLANTIC CHALLENGE 2010, The Team.

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]