Klaksvíkar Róðrarfelag

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Her sæst ein partur av manningini á Klaksvíkingi, sum vann Norðoyastevnu róðurin hjá 10-mannaførum, og setti nýtt met.

Klaksvíkar Róðrarfelag er føroyskt róðrarfelag úr Klaksvík, sum varð stovnað 6. mars 1993.[1] Bátarnir hjá felagnum eru hvítir, hava reyðir stokkar, bláa rond og trælittar árar.[2] Í 2016 hevði felagið vunnið 20 FM heiti, og taldist harvið millum 5 mest vinnandi róðrarfeløgini í Føroyum.[3] Mest vinnandi bátur hjá Klaksvíkar Rórðrarfelag er Klaksvíkingur, 10-mannafør, sum hevur vunnið 7 FM heiti, í tíðarskeiðnum 1973-2017.[4]Aðrir bátar sum hava vunnið fleiri FM-heitir fyri felagi eru: Páll Fangi, 6-mannafør kvinnur sum hava vunnið 6 FM heiti, Fípan Fagra, 5-mannafør dreingir og Nevið Reyða, 8-mannafør, hava vunnið 4-FM heitir í part í tíðarskeiðnum 1973-2017.

Føroyameistarheiti[rætta | rætta wikitekst]

Páll Fangi hevur vunnið FM 6 ferðir við 6-mannaførum, kvinnur (dagf. eftir Ólavsøku 2017) og einaferð við 6-mannaførum, menn. Her vinna kvinnnurnar á Páll Fanga Fjarðastevnu róðurin 2012.
Klakvíkingur vann 10-mannafars róðurin á Norðoyastevnu 2012 og setti nýtt met við tíðini 06:38.24. Hetta var fyrstu ferð, at Klaksvíkingur vann Norðoyastevnu tvey ár á rað.

Fípan Fagra 5-mannafør dreingir:

  • 2005, 2014, 2016 og 2017

Fípan Fagra 5-mannafør kvinnur:

  • 2001

Páll Fangi 6-mannafør kvinnur:

  • 1986, 1987, 1989, 1990, 2001 og 2012

Páll Fangi 6-mannafør menn:

  • 2010

Nevið Reyða 8-mannafør:

  • 2001, 2005 og 2016

Klaksvíkingur 10-mannafør:

  • 2006, 2009, 2011, 2012, 2013, 2015 og 2017

Kappróðrarbátar felagsins[rætta | rætta wikitekst]

  • 5-mannafør: Tekla, Fípan Fagra, Snípan
  • 6-mannafar: Páll Fangi
  • 8-mannafar: Nevið Reyða
  • 10-mannafar: Klaksvíkingur og Nólsoyar Páll[5]

Nevndin[rætta | rætta wikitekst]

  • Forkvinna: Jórun Høgnesen, jorunh@olivant.fo
  • Næstformaður og skrivari: Magnus Norðberg
  • Kassameistari: Kristian Mikkjalsson, kmj@olivant.fo
  • Nevndarlimur: Petur Hans á Høvdanum
  • Nevndarlimur: Berit Mohr

Myndir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  1. KRF.fo, Lógir felagsins
  2. Drekin.fo, Klaksvíkar Róðrarfelag
  3. Drekin.fo
  4. Drekin.fo, Mest vinnandi bátarnir (1973-)
  5. KRF.fo, bátar felagsins

Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]