Útoyggjastevna
Appearance
Útoyggjastevna verður hildin einaferð um árið í juni ella juli. Tað er Útoyggjafelagið ið skipar fyri stevnuni. Stevnan verður hildin á einari av teimum átta útoyggjunum í Føroyum. Oyggjarnar sum eru limir í Útoyggjafelagnum eru: Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Koltur, Hestur, Skúvoy og Stóra Dímun. Í 2011 varð stevnan hildin hin 18. juni á Húsum og í Syðradali á Kalsoynni. Í 2012 varð Útoyggjastevnan hildin úti í Svínoy hin 23 .juni. Gunnvá við Keldu, sum tá var borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, sum Svínoy er partur av, helt røðu.[1]
Útoyggjastevnur
[rætta | rætta wikitekst]- 2014 - Gjógv (Eysturoy)
- 2013 - Fugloy (á Kirkju)
- 2012 - Svínoy
- 2011 - Kalsoy (á Húsum og í Syðradali)
- 2010 - Hestur[2]
- 2009 - Kalsoy (á Trøllanesi og í Mikladali)[3]
- 2008 - Mykines[4]
- 2007 - Fugloy[5]
- 2005 - Svínoy[6]
- 2004 - Hestur
- 2002 - Skúvoy (fyrsta útoyggjastevnan)
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ 24timar.fo[deyð leinkja]
- ↑ Aktuelt.fo[deyð leinkja] Útoyggjastevna er í Hesti í dag
- ↑ Aktuelt.fo[deyð leinkja] Útoyggjastevna í morgin
- ↑ "Joanisnielsen.fo". http://www.joanisnielsen.fo/index.asp?pID=%7B5C388DFB-EFB1-4E5D-B7E1-6F0AB3B76845%7D. Heintað 2013-05-09.
- ↑ Aktuelt.fo[deyð leinkja] Útoyggjastevna í Fugloy
- ↑ "Hedinmortensen.com". http://www.hedinmortensen.com/talar_27.htm. Heintað 2013-05-09.