Svimjing í Føroyum
Áhugin fyri svimjing hevur verið sera óstøðugur í Føroyum gjøgnum tíðirnar. Í fyrru helvt av 20. øld var svimjing saman við fimleiki partur av tí tjóðskaparligu kropsmentanini. Í hesum tíðarskeiði vórðu bygdir nógvir uttandura svimjihylar, og svimjing gjørdist partur av frálæruni í skúlunum. Aftaná at 3 nýggjar svimjihøllir við stuttum breytum (25 m hylum) eru tiknar í nýtslu, hevur svimjingin ment seg av nýggjum. Tann størsti meinbogin fyri føroyska svimjing, ið varð alheimsviðurkend í 1980, er, at okkum vantar úrvalssvimjarar. Skulu úrvalssvimjararnir betra úrslit síni, so er neyðugt hjá teimum at fara uttanlands at venja (Danmark, USA); hinvegin minkar hetta um kappingina hjá teimum heimligu svimjarunum. Føroyskir svimjarir luttaka í norðurlendskum svimjikappingum og í Oyggjaleikunum. Fýra føroyskir svimjarar luttóku í OL fyri brekað í Seoul í 2004 og vunnu 7 heiðursmerki (harav eitt gull) av 12 møguligum.