Sumo-glíming

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Sumo-glíming.

Sumo-glíming er japansk ítróttargrein og var í fyrstantíð partur í aldagomlum hátíðarhaldi við dansi og leiki, sum varð hildið á keisaraborgini, so at jørðin skuldi geva góða grøði. Í sumo-glíming roynir annar glímarin at syfta ella trýsta mótstøðumannin út av pallinum ella at fáa aðrar partar av honum enn bara iljarnar ar nerta við gólvið. Skal glímari standa seg væl, má hann verða bæði tungur og sterkur, so sumoglímarar eta nógvan og góðan mat.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið