Anholt
| ||
Land | ![]() | |
Vídd - Tilsamans - Vatn |
22,37 km² | |
Íbúgvar - Tilsamans 2014 - Tættleiki |
154 |
Anholt er mest isoleraða oyggin í Danmark. Hon liggur mitt í Kattegat, og so fjart frá øðrum landi, at tað ikki ber til at búgva á Anholt og pendla til arbeiðis ella í skúla. Anholt er tað staðið í Danmark, har sólin skínur mest.
Náttúra[rætta | rætta wikitekst]
Av tí at allur skógarvøksturin varð feldur miðskeiðis 1600-talinum, tá eitt sera kalt áratíggju var, er oyggin nú lágheiði næstan øll sum hon er - størsta lágheiði í Norðurevropa. Av tí sama er plantulívið á Anholt sermerkt. Har vaksa mest skónir og aðrar plantur, sum trívast í turki. Meginparturin av oynni er friðað lendi. Ikki er loyvt at koyra ella ríða í lágheiðalandslagnum, men øll hava loyvi at ganga har.
Landalæra[rætta | rætta wikitekst]
Oyggin er 22 km2 til støddar. Tveir teir størstu heyggjarnir á oynni nevnast Sønderbjerg (48 m) og Nordbjerg (39 m).
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
Bøkur[rætta | rætta wikitekst]
- Anholts flora (2007). Forlagið Anholt.