Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens
Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens er bókmentavirðisløn, ið Tórshavnar Býráð letur á hvørjum ári.
Um virðislønirnar
[rætta | rætta wikitekst]Fyrsta virðislønin varð latin í 1958.[1][2] Nú á døgum verður Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens latin trimum fólkum, ið verða hildin at hava bókmentaligt og mentanarligt virði. Virðisløn verður latin fyri fagurbókmentaligt verk, fyri yrkisbókmentaligt verk, og fyri annað mentanaravrik. Hetta seinasta er t.d. bygdasøgur, endurminningar og verk um myndlist ella tónlist. Tær kunnu eisini latast fólki, sum verður mett at hava avrikað nógv fyri føroyska mentan á móðurmálinum.
Upphæddin verður ásett av Tórshavnar Býrað. Ein fimmmannanevnd ætlar um og ger av hvør ella hvørji, ið virðisløn skulu fáa. Tórshavnar Býráð velur tríggjar limir í nevndina, Rithøvundafelag Føroya ein og Fróðskaparsetur Føroya ein. Í skrivandi stund (2020) eru hesi limir í nevnd M.A. Jacobsens: Erling Isholm, Jákup Jacobsen og Høgni Joensen, valdir av býráðnum, Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Vónbjørt Vang býarbókavørður er skrivari. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er býarbókavørðurin.[1][3]
Tað er treyt, at virðislønarverdu verkini eru skrivað á føroyskum máli. Hava føroyskir rithøvundar skrivað og givið út á útlendskum máli, eiga tær at verða týddar, áðrenn tær koma til umrøðu í virðislønarnevndini. Virðislønir fyri fagrar bókmentir og yrkisbókmentir kunnu bert latast fyri verk, sum eru útgivin.
Virðislønirnar verða latnar 17. september, sum er føðingardagur M. A. Jacobsens. Býráðsformaðurin handar vanliga vanliga teimum virðisløntu virðislønina saman við skrivi frá fimmmannanevndini, har tilskilað er, hvørji verk, virðislønirnar eru givnar fyri, og hvat nevndin metti gjørdi verkini virðislønarverd. Á sama hátíðarhaldi verður eisini Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs handað.
Hesi hava fingið virðislønir gjøgnum árini
[rætta | rætta wikitekst]Síðan 1969
[rætta | rætta wikitekst]Áðrenn 1969
[rætta | rætta wikitekst]Áðrenn 1969 vórðu hesar mentanarvirðislønir latnar:
Fagurbókmentir | Yrkisbókmentir/Mentanaravrik | |
1968 | Eingin | Robert Joensen [ac] |
1967 | Eingin heiðursløn varð latin | Johanna Maria Skylv-Hansen |
1966 | Hans Dalsgaard og Jógvan Símun Hansen | |
1965 | Christian Matras og Páll J. Nolsøe | |
1964 | Heðin Brú | |
1963 | Poul F. Joensen | |
1962 | Martin Joensen | |
1961 | Karsten Hoydal | |
1960 | Valdemar Poulsen | |
1959 | R. K. Rasmussen og Jens Pauli Heinesen | |
1958 | Jóan Christian Poulsen og T.N. Djurhuus |
Hygg eisini at
[rætta | rætta wikitekst]Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Býarbókasavnið - Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens, bbs.fo
- Síða við evninum Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens, bbs.fo
Viðmerkingar
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ fyri bókina Svørt Orkidé
- ↑ fyri bókina Kongsbókin og lógir føroyinga í hámiðøld
- ↑ fyri slóðbrótandi og markbrótandi heimildarfilmar
- ↑ fyri bókina Summarið varar ikki alt árið longur
- ↑ fyri bókina Fuglar Okkara
- ↑ fyri hansara virki innan film, tónleik og skaldskap
- ↑ Hon fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkingasavnið "Eg skrivi á vátt pappír". Í grundgevingini sigur nevndin soleiðis: Eg skrivi á vátt pappír er nýskapandi formliga og innihaldsliga. Heimurin er ein røð av uppliving-arfyribrigdum, sum savnið greinar á poetiskan hátt gjøgnum ævisøguligar hendingar og lýsingar av náttúru, atburði og tannárum. Skrivingin er í miðdepli, har “tann skrivandi er ein onnur”. Summar yrkingar eru myndalýsingar, og summar sitera opið ommuna og aðrar yrkjarar. Á henda hátt fær savnið vítt útsýni, eins og tann gerandisligi málburðurin er fyltur við eyka merkingum og frábrigdum.[10][3][11]
- ↑ Hann varð heiðraður fyri yrkisbókmentir. Í grundgevingini sigur nevndin soleiðis: Mállæra 1 og 2 lýsa nútíðarføroyskt. Tær eru skrivaðar við støði í nútímans almennum ástøði um mál og í føroyskari málgransking í hesi øldini. Bøkurnar geva eina góða mynd av føroyskum máli í dag og eru týðandi íkast í mállærubókmentirnar.[10][3]
- ↑ Hann varð heiðraður fyri mentanaravrik. Nevndin sigur soleiðis: Hann hevur á eyðskildum máli megnað at bera fram djúptøknar og torgreiddar tilveruspurningar og etiskar tvístøður fyri einum breiðum skara.[10][3]
- ↑ Hann fekk M.A. Jacobsens virðisløn fyri Tað orðið.[13][14][15][16]
- ↑ Hann fekk M.A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik. Nevndin segði, at hann hevði halgað sína tíð sum eftirløntur til at geva okkum klassiskar heimsbókmentir á føroyskum máli. ”Eilif hevur ríkað okkum við heimspekiligum dýrgripum á móðurmálinum”[17]
- ↑ fyri "Eg síggi teg betri í myrkri"
- ↑ fyri "Bót og biti"
- ↑ fyri Eru koparrør í himmiríki
- ↑ fyri at hava týtt nógv til føroyskt
- ↑ fyri Brahmadellarnir frá 2011.
- ↑ fyri Seyður ull og tøting[18]
- ↑ fyri sítt virksemi í Mentunargrunni Studentafelagsins
- ↑ fyri Útsýni.[19]
- ↑ fyri bókina Fiskar undir Føroyum
- ↑ fyri Føroya Sjósavn[20]
- ↑ fyri Havnin - fólk og yrki[22]
- ↑ fyri Vencil[23]
- ↑ fyri fagrar bókmentir fyri søgusøvnini Aldurnar spæla á sandi og Gest.[24]
- ↑ fyri fagrar bókmentir fyri yrkingasavnið Yrkingar.[24]
- ↑ fyri fagrar bókmentir fyri yrkingasøvnini Kvirra í reyðum og bláum, Til B og Fjallafossar.[24]
- ↑ fyri yrkisbókmentir fyri bókina Alisfrøði.[24]
- ↑ fyri yrkisbókmentir fyri bøkurnar Landalæra 2 og 3.[24]
- ↑ fyri yrkisbókmentir 1968 fyri bókina Býta seyð og fletta, og fyri starv hansara við útgávu av bókum við siðsøguligum innihaldi.[24]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ 1.0 1.1 Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens latnar hósdagin, dagur.fo, 6. november 2018
- ↑ Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens 60 ár á baki, bbs.fo
- ↑ 3.0 3.1 3.2 3.3 Hesar fingu bókmentavirðislønirnar, dagur.fo, 9. okt. 2020
- ↑ Hesi fingu M.A. Jacobsen virðislønirnar 2024, kvf.fo, 31.10.2024
- ↑ M.A. Jacobsen: KatrinOttarsdóttir fær virðisløn fyri fagrar bókmentir, in.fo, 5.10.2023
- ↑ Silas Olofson og Jórun Pólsdóttir fáa virðislør M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir, in.fo, 5.10.2023
- ↑ Trygvi Danielsen fær M.A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik, in.fo, 5.10.2023
- ↑ M.A. Jacobsens heiðurslønir og barnamentanarheiðursløn 2022, bbs.fo, 21.10.22
- ↑ Jógvan og Trond fáa M. A. Jacobsens virðislønir Tórshavnar býráðs 2021, bbs.fo, 07.10.21
- ↑ 10.0 10.1 10.2 Lív, Jógvan, Hjalmar, Marjun og Rakel fingu mentanarvirðislønir Tórshavnar býráðs 2020. , r7, 9. okt. 2020
- ↑ Tá ið omman verður poesi, kvf.fo, 09-10-2020
- ↑ Vang, Vónbjørt (8. november 2018). "Rannvá, Edward og Vár fingu virðislønir". Býarbókasavnið. https://www.bbs.fo/fo/nyheder/short-news/rannva-edward-og-var-fingu-virdislonir. Heintað 4. oktober 2019.
- ↑ Heðin M. Klein fekk M.A.Jacobsens virðislønina fyri fagrar bókmentir, listaportal.com
- ↑ Heiður til Heðin Archived 2016-10-25 at the Wayback Machine, norden.fo
- ↑ "Heðin M. Klein fekk M.A. Jacobsens virðisløn fyri Tað orðið". portal.fo. 2016-10-21. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-10-21. http://archive.today/l4fPo. Heintað 10. oktober 2020.
- ↑ Tað orðið, sprotin.fo
- ↑ Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens í ár og síðani 1958, oyggjatidindi.com
- ↑ Nicolina Jensen Beder - Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2011, BBS.fo (archive.org)
- ↑ "Samfundet-Sverrige-Faroarna.se, Nominerad till Nordiska rådets litteraturpris". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2021-09-17. https://web.archive.org/web/20210917135615/https://samfundet-sverige-faroarna.se/index.php/nyheter/87-nominerad-till-nordiska-radets-litteraturpris. Heintað 2012-01-19.
- ↑ FaroeNature.net
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-11-17. https://archive.today/20131117073402/http://aktuelt.fo/grein/vida_besti_rithovundur. Heintað 2013-11-17.
- ↑ "BBS.fo, Birgar Johannessen - Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2009". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-07-29. https://archive.today/20120729174839/http://www.bbs.fo/content/view/574. Heintað 2012-01-19.
- ↑ "BBS.fo, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð og Oddfríður Marni Rasmussen - Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2009". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-07-29. https://archive.today/20120729003640/http://www.bbs.fo/content/view/572. Heintað 2012-01-19.
- ↑ 24.0 24.1 24.2 24.3 24.4 24.5 Orðingar 1958-1969, bbs.fo