Munurin millum rættingarnar hjá "Aksel V. Johannesen"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Topper 1 (kjak | íkøst)
s infoboks
Linja 1: Linja 1:
{{Infoboks Løgmaður
[[Mynd:Aksel V Johannesen 2015.JPG|thumb|Aksel V. Johannesen í 2015]]
|navn = Aksel V. Johannesen
|mynd = Aksel V Johannesen 2015.JPG
|nummar = 39
|tíðarskeið = [[2015]] -
|loystiav = [[Kaj Leo Holm Johannesen]]
|føði_dato = [[8. november]] [[1972]]
|føði_stað = [[Klaksvík]]
|flokkur = [[Javnaðarflokkurin]]
}}


'''Aksel Vilhelmsson Johannesen''' (føddur [[8. november]] [[1972]] í [[Klaksvík]]) er advokatur og politikari fyri [[Javnaðarflokkurin|Javnaðarflokkin]]. Hin 15. september 2015 varð hann valdur til Føroya løgmann.
'''Aksel Vilhelmsson Johannesen''' (føddur [[8. november]] [[1972]] í [[Klaksvík]]) er advokatur og politikari fyri [[Javnaðarflokkurin|Javnaðarflokkin]]. Hin 15. september 2015 varð hann valdur til Føroya løgmann.
Linja 17: Linja 26:


== Slóðir ==
== Slóðir ==
*[http://www.lms.fo/um-radid/logmadur/um-logmann/ Løgmansskrivstovan um Aksel V. Johannesen]
*[http://www.fmr.fo/index.asp?pID={2098FD56-36E2-419E-9C87-7DD1AFC6C84E} Aksel V. Johannesen] hjá Fíggjarmálaráðnum
*[http://www.fmr.fo/index.asp?pID={2098FD56-36E2-419E-9C87-7DD1AFC6C84E} Aksel V. Johannesen] hjá Fíggjarmálaráðnum



Endurskoðan frá 3. jan 2016 kl. 12:00

Aksel V. Johannesen

Løgmaður nr.39
Tíðarskeið 2015 -
Undanmaður Kaj Leo Holm Johannesen
Føddur/Fødd 8. november 1972
Klaksvík
FlokkurJavnaðarflokkurin

Aksel Vilhelmsson Johannesen (føddur 8. november 1972 í Klaksvík) er advokatur og politikari fyri Javnaðarflokkin. Hin 15. september 2015 varð hann valdur til Føroya løgmann.

Bakgrund og familja

Hann er útbúgvin cand.jur á universitetinum í Keypmannahavn í 2004, og arbeiddi sum advokatur í Tórshavn frá 2007 til hann gjørdist landsstýrismaður. Hann er fyrrverandi formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag, har hann eisini var aktivur fótbóltsleikari.[1]

Aksel V. Johannesen er sonur Vilhelm Johannesen. Hann og kona hansara Katrin Apol eiga trý børn.

Politisk lívsleið

Á løgtingsvalinum 2008 varð Aksel Johannesen 1. varamaður á tingi fyri Javnaðarflokkin, og møtti stundum, serliga fyri Andrias Petersen. Hann gjørdist landsstýrismaður í heilsumálum tann 16. juli 2009, tá John Johannessen ikki tók av at verða landsstýrismaður eftir Hans Paula Strøm.[2] Hann fór frá sum landsstýrismaður í heilsumálum og tók við landsstýrismaður í fíggjarmálum 21. februar og gjørdist formaður fyri Javnaðarflokkin tann 5. mars 2011. 6. apríl sama ár varð hann varaløgmaður. Høvuðsuppgávan hjá honum sum formanni var at endurreisa flokkin til næsta løgtingsval. [3] 14. november 2011  skifti landsstýrið, og kom Javnaðarflokkurin ikki í landsstýrið. Aksel Johannesen varð tá formaður á tingi fyri Javnaðarflokkin.

Javnaðarflokkurin vann Løgtingsvalið 2015 við 25.1% av atkvøðunum. Aksel sjálvur fekk 2.405 persónligar atkvøður, ið var eitt nýtt føroyskt met. Hann breyt harvið metið hjá Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmanni, frá 2011 sum var 1967 persónligar atkvøður.[4] 14. september 2015 varð samgonguskjalið undirskrivað, tað vóru Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn ið skrivaðu undir. Nýggja løgtingið hevur fyrsta fundin 15. september 2015, tá verður stjórnin hjá Aksel V. Johannesen útevnd.

Keldur

  1. Aksel Johannesen á Faroesoccer.com
  2. Aksel V. Johannesen í landsstýrið
  3. Indberetning nr. 2/2011
  4. http://portal.fo/aksel+tok+oll+met.html

Slóðir