Jump to content

Bjørn Kalsø

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 9. okt 2023 kl. 01:23 av InternetArchiveBot (kjak | íkøst) (Rescuing 0 sources and tagging 1 as dead.) #IABot (v2.0.9.5)
(munur) ←Eldri endurskoðan | skoða verandi endurskoðan (munur) | Nýggjari endurskoðan→ (munur)
Bjørn Kalsø
er eitt menniskja
Fødd(ur) 23. mar 1966 í/á Syðradalur, Kalsoy
Alma mater Føroya Læraraskúli
Starv politikari, lærari, carpenter, bóndi
Politiskur flokkur Sambandsflokkurin
Dátuheiti
Commons Bjørn Kalsø

Bjørn Kalsø (føddur 23. mars 1966 í Syðradali á Kalsoynni) er bóndi og politikari fyri Sambandsflokkin.

Bjørn Kalsø tók studentsprógv á Føroya Studentaskúla og HF-skeið í 1991, var útlærdur sum snikkari sama ár, og fekk hann læraraprógv frá Føroya Læraraskúla í 1999. Han hevur verið bóndi á Kalsoynni síðani 1986, men var eisini eitt tíðarskeið til skips. Hann var lærari í Klaksvík til 2002. Síðani var han sjálvstøðugt vinnurekandi sum timburmaður fram til 2003.

Hann var borgarstjóri i Húsa kommuna 1995–2004. I 2004 varð Kalsø landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hóast hann hevði lítlar og ongar politiskar royndir. Kalsø sat sum landsstýrismaður til 2008, tá hann var valdur á løgting. Hann var endurvaldur til løgtingsvalið 2011, og hevur hann frá 2011 verið landsstýrismaður í mentamálum.