Jump to content

Annita á Fríðriksmørk

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Annita á Fríðriksmørk
er eitt menniskja
Fødd(ur) 27. jul 1968 í/á Tórshavn
Alma mater Føroya Læraraskúli
Starv politikari, lærari
Politiskur flokkur Tjóðveldi
Mál danskt mál, Føroyskt mál
Dátuheiti
Commons Annita á Fríðriksmørk

Annita á Fríðriksmørk (fødd 27. juli 1968) av Strondum er føroyskur politikari, útbúgvin lærari í 1992. Hon varð fyrstu ferð vald inn á Føroya Løgting í 1998 fyri Tjóðveldi. Hon varð Mentamálaráðharri í landsstýrinum hjá Anfinni Kallsberg frá 17. september til 5. desember 2003. Í 2008 var hon eitt stutt skifti fólkatingslimur, tá hon avloysti Høgna Hoydal frá 9. september til 24. oktober.


Lívsleið innan politikk

[rætta | rætta wikitekst]

Løgtingslimur

[rætta | rætta wikitekst]

Annita var løgtingslimur frá 1998 til 2011, tó hevur hon havt farloyvi frá løgtinginum nakrar ferðir, eitt nú meðan hon var landsstýriskinna í mentamálum í 2003. Hon var næstvald á løgtingsvalinum í 2008 við 616 atkvøðum. Á løgtingsvalinum í 2011 varð hon ikki afturvald, men hevur tó verið avloysari okkurt tíðarskeið eftir valið í 2011. Á løgtingsvalinum 2015 varð hon aftur vald í Løgtingið.

  • 1998 - 2002 løgtingslimur
  • 2002 - 2004 løgtingslimur
  • 2004 - 2008 løgtingslimur
  • 2008 - 2011 løgtingslimur
  • 2015 - løgtingslimur

Nevndarsessir á Føroya Løgtingi

[rætta | rætta wikitekst]

Landsstýriskvinna

[rætta | rætta wikitekst]

Fólkatingslimur

[rætta | rætta wikitekst]
  • 2008 - Fólkatingslimur frá 9. september til 24. oktober, avloysti Høgna Hoydal, sum var landsstýrismaður tá.