Jump to content

Jógvan Skorheim

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 20. okt 2023 kl. 22:57 av InternetArchiveBot (kjak | íkøst) (Rescuing 1 sources and tagging 0 as dead.) #IABot (v2.0.9.5)
Jógvan Skorheim
er eitt menniskja
Fødd(ur) 16. jun 1982 í/á Klaksvík
Starv politikari, vinnulívsfólk
Politiskur flokkur Nýtt Sjálvstýri, Hin føroyski fólkaflokkurin
Dátuheiti
Commons Jógvan Skorheim

Jógvan Skorheim (føddur 16. juni 1982 í Klaksvík) er føroyskur politikari (Sjálvstýrisflokkurin).

Hann hevur verið borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu síðan 2013. Hann var býráðslimur og varaborgarstjóri í Klaksvíkar Býráð 2008-2012. Á løgtingsvalinum 2011 fekk hann við 245 atkvøðum næstflestar atkvøður á lista D fyri Sjálvstýrisflokkin. Tá flokkurin kom í samgongu, og valdi tingmaðurin, Kári P. Højgaard gjørdist innlendismálaráðharri, tók Jógvan sæti á Føroya Løgtingi. Okkurt tíðarskeið tók hann farloyvi úr Løgtinginum, og Kristianna Winther Poulsen tók sæti. Tá Kári P. Højgaard varð uppsagdur sum landsstýrismaður og tók sæti aftur á tingi, fór Jógvan Skorheim úr Løgtinginum aftur. Á løgtingsvalinum 2015 varð hann valdur í Løgtingið sum tann fyrstvaldið hjá Sjálvstýrisflokkinum. Hann luttók í samgongusamráðingunum millum fýra flokkar, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Framsókn og Sjálvstýrisflokkin, men hann og flokkur hansara valdu at taka seg úr samráðingunum og at vera í andstøðu. Klaksvíkar býráð samtykti, at tey ikki vildu geva Jógvan Skorheim loyvi til at røkja bæði borgarstjórasessin og løgtingsessin í senn, Jógvan boðaði sama kvøld frá, at so valdi hann borgarstjórastarvið framum og segði løgtingsessin frá sær, so leingi hann var borgarstjóri.[1]

Løgtingsnevndir

Nevndarsessir í Klaksvíkar Býráð

  • 2008-2012 Formaður í Mentanarnevndini
  • 2008-2012 Limur í Fíggjarnevndini
  • 2008-2012 Limur í Teknisku Nevnd[3]

Keldur

  1. "in.fo - Jógvan Skorheim sigur løgtinsstarvið frá sær". http://www.in.fo/news-detail/news/jogvan-skorheim-sigur-loegtingstarvid-fra-saer/?L=0oral.fo&cHash=eb829ad8e79bb83cf0ccb34286e0aa2c. Heintað 2015-09-14. 
  2. "Aktuelt.fo, Nevndarsessirnir í Løgtinginum býttir". http://aktuelt.fo/grein/nevndarsessirnir_i_logtinginum_byttir. Heintað 2012-03-07. 
  3. "Klaksvik.fo". http://www.klaksvik.fo/index.asp?pID=%7B612A97B5-09A0-4CEC-A48D-E659D57CD2CB%7D. Heintað 2012-03-07. 

Ávísing úteftir