South Carolina
Flagg | Skjøldur |
---|---|
Land: | USA |
Alment mál: | Enskt |
Høvuðsstaður: | Columbia |
Størsti býur: | Columbia |
Innlimað: | 23. mai 1788 |
Guvernørur: | Henry McMaster (R) |
Vídd: | 82,931 km² |
Íbúgvar (2011): | 4,625,384 |
fyri km²: | 55.37/km² |
Tíðarzona: | UTC -5/-4 |
Heimasíða: | www.sc.gov |
South Carolina, á føroyskum ofta nevndur Suðurcarolina, (enskt: State of South Carolina) er stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 4,3 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin og størsti býurin er Columbia. Í 1788 bleiv Suðurcarolina lutstatur í USA. Í norðri hevur Suðurcarolina mark við North Carolina og í suðri við Georgia. Í eystri liggur Atlantshavið. Eyknevni er The Palmetto State (Palmetto er eitt slag av pálmi).
Nikki Haley (fødd 20. januar 1972 í Bamberg, Suðurcarolina) var guvernørur frá 2011 til 2017. Hon umboðaði republikanararnar. Haley er amerikanari, ættað úr India.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Eftir ferðir Kolumbusar til Karibia gjørdu nógvir evropeiskir sjófarar rannsóknarferðir til USA. Teir fóru at leita eftir gulli og øðrum ráevnum og at hyggja eftir londum, har evropearar kundu búseta seg. Í Carolina funnu evropeiskir rannsóknarfarar átuligar fruktir, sum teir ongantíð høvdu sæð fyrr. Tað vóru til dømis chili, mais og kakao. Teir tóku fruktirnar heim aftur við sær til Evropa. Nógvir ævintýrarar fóru eisini til Carolina at leita eftir gulli.
Yamaseefólkið loypur á niðursetubygd í Eystur-Suðurcarolina í apríl 1715, og mangir hundrað enskir niðursetumenn verða dripnir. Trælauppreistur skakar Suðurcarolina í 1739.
Búskapur
[rætta | rætta wikitekst]Ídnaður
[rætta | rætta wikitekst]Ídnaðurin í statinum er fjølbroyttur, og landbúnaðurin er ógvuliga framkomin. Har verður gjørt millum annað flogfør, jarnbreytarvognar, bilar, traktorar og aðrar landbúnaðarmaskinur, alt verður tilvirkað við bestu amboðum og í best hóskandi sniði. Carolinskur varur eru tí nógv eftirspurdar, helst bilarnir og landbúnaðarmaskinurnar eru væl umtókt.
Tað eru ofta stór samtøk, sum eiga ídnaðarvirkini, og tey leggja stóran dent á at leggja fremleiðsluna soleiðis til rættis, at tað mest møguliga arbeiðið verður gjørt við maskinum, og tí er talið á arbeiðsfólki ofta lítið. Hesi feløg hava eisini kønar teknikarar og verkfrøðingar at gera royndir til at fáa gjørt fremleiðsluna betri og betri ella at finna tól, sum kunnu spara fólk, og soleiðis gera tað, ið tey fremleiða, bíligari.
Politikkur
[rætta | rætta wikitekst]Við stórum meiriluta hevur amerikanski staturin Suðurcarolina samtykt at strika suðurstatsflaggið av stjórnarbygninginum í juli 2015. Avgerðin varð tikin eftir ein 13 tíma langan fund. Politikararnir hava samtykt eina lóg, sum merkir, at suðurstatsflaggið ikki longur skal veittra yvir stjórnarbygningin í Columbia. Lógin varð samtykt við 94 atkvøðum fyri og 20 ímóti í umboðsmannatinginum. Suðurstatsflaggið, ið stavar frá Amerikanska Borgarakrígnum frá 1861 til 1865, er fyri mong ein ímynd av trælahaldi og rasismu.[1]
Størstu býir
[rætta | rætta wikitekst]Teir 10 størstu býirnir í Suðurcarolina eftir íbúgvatali vóru í 2019 hesir:[2]
- Charleston - 137 566
- Columbia - 131 674
- North Charleston - 115 382
- Mount Pleasant - 91 684
- Rock Hill - 75 048
- Greenville - 70 635
- Summerville - 52 549
- Goose Creek - 43 665
- Hilton Head Island - 39 861
- Sumter - 39 642
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Heimasíða: sc.gov
- South Carolina, wikivoyage (á enskum)
Coordinates: 34°0′0″N 81°0′0″W / 34.00000°N 81.00000°W