Amerikonsk landafrøði

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
USA er merkt við grønum.

Sambandsríki Amerika ella USA er triðstørsta land í heiminum. Tað er tveir fimtingur av norðuramerikanska meginlandinum, 9 tíðarsonur eru [1], og landið er skift sundur í 50 statir. Fimmti ríki eru í sambandsríkjunum, tá eru Alaska, ið fer langt norður um pólkring, og Hawaii, langt vesturi í Kyrrahavi, við. Tveir stórir fjallaryggir eru, Appalachiafjøll eystantil og Klettafjøll vestantil; stórur partur av landslagnum eru víðar grasfløtur.

Í so stórum landi sum USA er stórur munur á veðurlagnum. Í Norðuralaska er tað kaldasta, ið veðurfrøðingar hava mált, heilt niður á -62,2 °C (-80°F), meðan tað hinvegin í Death Valley, Kalifornia er mált upp á 56,7 °C (134 °F), ið er tann næsthægsta hitamáting í øllum heiminum. Í USA er yvirhøvur landveðurlag, t.d. í norðara parti av landinum temprað, í sunnara subtropiskt. Tað, at fjallagarðarnir ganga norður og suður fram við vestur- og eysturstrondini, hevur stóra ávirkan á veðurlagið.

Markið ímillum USA og Kanada er heimsins longsta landamark.

Hvar[rætta | rætta wikitekst]

USA er stórur partur á norðuramerikanska meginlandinum. USA er vestan úr Atlantshavi, eystur í Kyrrahav, norðan úr Meksiko og suður úr Kanada. Tilsamans er USA 9,8 mió km² stórt, 7024 ferðir størri enn Føroyar.

Í stuttum um USA[rætta | rætta wikitekst]

Hawai'i er størsta oyggj í USA [2]. Oyggin er 10,432.5 ferkilometrar til støddar.

Sundurbýti[rætta | rætta wikitekst]

Landið er býtt í 50 statir, eindardistriktið Washington DC (sum eisini er høvuðsstaður) og fleiri partar handan hav. Av teimum er oyggin Puerto Riko í Karibiahavinum størsti parturin og har tað búgva flest fólk. Aðrar oyggjar, sum USA eigur, eru til dømis Amerikonsku Jómfrúoyggjar, Amerikanska Sámoa, Guam, Norðurmarianoyggjar, Midwayoyggjar og nógvar oyggjar við ongum fólki (til dømis Palmyraoy, Johnstonoy, Bakeroy, Wakeoy, Howlandoy, v.fl.). Á mongum oyggjum eru amerikanskar hernaðarstøðir. Síðani 1898 hevur USA havt eina stóra marinustøð á Kuba - Guantánamoflógvi. Guantánamoflógvin hevur serligan leiklut og verður stýrdur av amerikonsku verjuni.

Fjøllini[rætta | rætta wikitekst]

Størstu fjallaryggirnir í USA, kavataktu Klettafjøll og skógarklæddu Appalachiafjøll, eru ólíkir í útsjónd og í skapi. Atvoldin til tað er aldur. Klettafjøll eru ung fjøll, sum enn ikki eru brýnd niður og broytt í skapi. Appalachiafjøll eru ímillum elstu fjøll í heiminum, og vindur, regn og skriðísur í farnum ístíðum hava brýnt tey niður.

Býir[rætta | rætta wikitekst]

Sjá eisini listi yvir amerikanskar býir eftir íbúgvatali

New York City, New York.

Heili 82 % av fólkinum búgva í býum [5], og USA verður eisini mett at vera eitt tað mest urbaniseraða landið í heiminum. New York City í New York er størsti býur, har búgva 8 milliónir fólk, síðan eru tað Los Angeles í Kalifornia og Chicago í Illinois.

Býur, Stat Íbúgvar
1 New York New York City, New York 8 214 426
2 Kalifornia Los Angeles, Kalifornia 3 849 368
3 Illinois Chicago, Illinois 2 833 321
4 Texas Houston, Texas 2 144 491
5 Arizona Phoenix, Arizona 1 512 986
6 Pennsylvania Philadelphia, Pennsylvania 1 448 394
7 Texas San Antonio, Texas 1 296 682
8 Kalifornia San Diego, Kalifornia 1 256 951
9 Texas Dallas, Texas 1 232 940
10 Kalifornia San Jose, Kalifornia 945 942

Vesturríkini[rætta | rætta wikitekst]

Sonoranoyðimørk, Arizona.

Fram við vesturstrondini nakað langt suður er lýtt veður og nógv avfall. Orsøkin til hetta er vesturættin, sum liggur inn úr tí flógva japanska streyminum, sum rekur norðan við landinum.

Landslagið og veðurlagið í vesturríkjunum í USA eru ógvuliga skiftandi. Ísur og kavi í Alaska og Colorado, oyðimørk í Nevada og Arizona og lýsbeltisveðurlag í Hawaii og Guam. Í Kyrrahavsstrondini flyta stórbýir sum Seattle, Portland og San Francisco út fisk, frukt og við um allan heim. Fyri vestan er eisini Hollywood, háborgin hjá filmídnaðinum, og Silicon Valley í Norðurkalifornia, sum er miðdepil fyri hátøkniligari teldumenning. Sun Valley í Idaho, har tú kanst sóla tær um summarið og standa á skíðum um veturin, er ein av kendastu frítíðarstaðunum í USA.

Klettafjøll eru ein fjallarøð í Vesturamerika sum røkkur frá Kanada til New Mexico. Landslagið í Klettafjøllum er sera vakurt, og summastaðni hava teir friðað stórar víddir, so har má ikki mannahond koma at. Á hesum friðaða landi gongur nøgd av dýrum, sym sjálvsagt eisini eru friðað. Har eru t.d. bævrar, bjarnir, visundar, v.f. Her kanst tú síggja brøtt fjøll, gjáir, grønar líðir, dimmar, vøkur vatn, risatrø, heitar goskeldur og ikki at gloyma, bjarnir og visundar.

Fleiri stórar áir renna gjøgnum hálendið, og tær hava ofta skorið seg langt niður, so tær nú renna í djúpum gjáum. Ein av teimum, Koloradogjógv í Arisona, Grand Canyon, er 1.800 m. djúp. Henda gjógv er so vøkur, at nøgd av fólki á hvørjum ári leitar vestur hagar at síggja hana, grótið í gjáarbakkunum er reytt og violett á liti. Einastaðni, har gjógvin er heldur smøl, Columbia, er nú avbyrgd, og úr henni verður vatn veitt til eina líka stóra landvídd. Fleiristaðni vestan fyri fjøllini eru stórar háfløtur. Summar av fløtunum liggja sum hagi, og har ganga stór fylgi av neyti og seyði. Men har eru eisini stór strekki, sum eru uppdyrkað, til dømis rundan um býin Salt Lake City í Utah.

Í Nevada, Arisona og Nýmeksiko er steikjandi heitt, og har eru stór strekki, ið liggja sum oyðimerkur.

Jarnbreytirnar eru bæði nógvar og langar. Í seinastu árunum eru nógvar nýggjar jarnbreytir lagdar og vegir gjørdir.

Alaska[rætta | rætta wikitekst]

Waikiki, Hawaii.

Alaska, sum USA keypti frá Russlandi í 1867 [6], er stórt land, dupult so stórt sum Skandinavia tilsamans. Tað mesta av tí er fjallalendi, og har er hægsta fjallið í Norðuramerika, Mount Mac Kinley, 6187 m. Í Alaska tíðnar kavin ógvuliga seint, har er frost einar 8 mánaðir av árinum, og jørðin er altíð botnfryst. Har er ógvuliga kalt um vetrarnar, -62°C (−80 °F) hava tey mált, og har legst øgiligur kavi niður. Fram við Íshavinum eru sum í Kanada frystar mýrar, og sunnari vaksa skógir, ið eru so stórir, at teir tykjast ongan enda at taka. Har høgga teir nakað av viði.

Hawaii[rætta | rætta wikitekst]

Hawaii liggur í Kyrrahavinum. Oyggjarnar eru 20 í tali, men bara sjey eru bygdar. Átta tær størstu oyggjarnar í Hawaii eru einar 4.000 km í ein útsynning úr San Francisco, Kalifornia. Tann størsta oyggin eitur Hawaii, og høvuðsstaðurin eitur Honolulu. Hawaiioyggjar hava tropiskt veðurlag, og helmingurin av oyggjunum er skógvaksin. Hawaiioyggjar eru stutt norðan fyri ekvator (miðkring), og tí kundu vit hildið, at veðurlagið var heitt og kvalið; men so er ikki. Tað finst valla fagrari og frískligari veðurlag, tí havvindarnir svala so væl, so at sumrini eru ikki heitari enn tey við Miðjarðarhavið og vetrarnir nakað sum summar í Norðurtýsklandi. Tað lýggja veðurlagið á Hawaii og fram við Kyrrahavinum ger eisini, at nógv fólk allastaðni úr USA leitar hagar.

Miðríkini[rætta | rætta wikitekst]

Traverse City, Michigan.

Miðskeiðis í USA og Kanada eru Stóru Grasfløturnar (enskt Great Plains) ella prerian, sum lendið eisini verður kallað. Á hesum óføra víða lendið er heitt og turt um summarið og kuldi og kavi um veturin. Trø vaksa bara við áir og vøtn. Fyrr, tá ið fløturnar vóru albeittar við síðum grasi, gingu fleiri milliónir visundar har. Nú eru fløturnar veltar. Mesta grøðin er hveiti og mais.

Miðríkini í USA eru best kend fyri cowboylívið og stórar neytagarðar, men har er eisini besta kornlendið í USA og nógv stór oljureinsiverk. Her eru høg fjøll, fruktagóðar fløtur, og her renna Mississippi og allar áirnar, sum renna í hana. Í Texas og Oklahoma er nógv olja og gass, og í Wyoming og Montana er nógv kol. Í Klettafjøllum eru stórir tjóðargarðar, til dømis Yellowstone National Park og Glacier National Park, og í fjøllunum eru mong steinsløg. Veðurlagið í miðríkjunum skiftir við árstíðunum; kalt um veturin og brennandi heitt um summarið, og har eru javnan melduródnir og heglingsstormar.

Á markinum ímillum Kanada og USA eru eisini Stóruvøtn (enskt Great Lakes). Hesi vøtn rúma um fimtingin av øllum vatni í heiminum. Í Niagaraá, sum rennur úr Erievatni í Ontariovatn, eru hinir viðgitnu Niagarafossar (enskt Niagara Falls).

Um veturin er ættin inni í landinum mest útnyrðingur og norðan. Tær koma norðan úr kuldanum í Kanada, og hava bæði nógvan kulda og kava við sær. Av tí at eingi fjøll eru at líva, strúka tær líka suður móti Meksikohavi, soleiðis, at har sum annars er heitt veðurlag, kann tó vera frost viðhvørt.

Í Texas er turt, og har eru ógvuliga stórir neytagarðar. Suðuri við strondina og nakað norður regnar, og har dyrka teir hveiti, mais, rís og bummull. Summarið er heitt inni í landinum. Ofta kann tað henda, at slavin, heitt luft úr Meksikohavi rekur langt norður í landið, tá kann køld luft norðanífrá møta henni, og hetta ger, at tað verður skaðastormar og grimdarregn. ´

Eysturríkini[rætta | rætta wikitekst]

Table Rock-fjøll, South Carolina.

Góðar havnir, fruktagóð jørð og nógv ráevni hava gjørt, eysturríkini er eitt hitt fjølbygdasta í landinum. Tað var á eysturstrondina, at niðursetufólkini úr Evropa komu í 16. øld. Nú eru nakrir av størstu býunum í landinum her, m.a. New York City og Washington DC, umframt teir áður so týdningarmiklu ídnaðardeplarnir Chicago, Detroit og Cleveland við Stóruvøtn.

Norðari partur av eysturstrondini líkist nógv aftur í landslagið í Vesturevropa. Har eru heilt djúpir áarósar sum firðir. Nakað inn í landinum er víðført fjallalendi, Appalakka- og Alleghenyfjøll. Hesi fjøllini eru fyri tað mesta skógvaksin, og har vaksa mong ymisk træsløg. Vestan fyri Appalakafjøllini tekur Mississippifløtan við. Alt tað strekki, frá fjøllunum og vestur móti ánni, var skógvaksið, tá ið teir evropeisku komu.

So stórir eru hesir skógir, at hóast amerikanar høgga nógvan við har norðuri, kanst tú ganga í skógunum í dagavís og ikki hoyra mannamál. Í skógunum liva mong villini dýr, sum eru sjáldsom í Evropa nú. Har eru til dømis elgsdýr, hermalín, íkorn, úlvar, villsvín, bjarnir og ikki sørt av bevarum.

Áirnar[rætta | rætta wikitekst]

West Virginia.

Mississippi er, tá ið greinin Missouri verður uppíroknað, longsta á í heiminum, 7.000 km. Missouriá kemur heilt vestan úr Klettafjøllum. Um várarnar, tá ið tað fer at toya í fjøllunum, er ofta so nógv vatn í henni, at áin tekur ikki ímóti, men fer yvir bakkarnar og ger stóran skaða. Til at forða fyri hesum hava teir nú grivið fleiri stórar gryvjur frá ánni og gjørt byrgingar í støðum. Ein onnur grein á Mississippi er Ohio, sum kemur eystanífrá, hon førir eisini heilt nógv vatn við sær. Í hesa á rennur aftur ein á, sum eitur Tennessee.

Tennessee kemur úr Appalachiafjøllum. Í brekkunum, har hon rennur, vuksu fyrr stórir skógir, men bøndurnir høgdu teir niður, og hetta vísti seg at vera skeivt. Tá ið grovt regn var í brekkunum og fjøllunum, rann tað nógva vatnið, sum trærøturnar tóku til sín, oman á bøin og tók moldina við sær út í tær stóru áirnar. Tá hækkaði vatnflóðin og floymdi inn yvir landið. Helst Tennessee gjørdi ofta ógvuliga stóran skaða um seg, tók bæði sethús og fólk og fæ við sær, og bøurin gryntist ár undan ári, so nógvir bøndur noyddust at rýma av gørðunum, og teir, sum eftir vóru, gjørdust fátækari og fátækari. Og aftur at øllum hesum kom tað, at tann mýggjabitin, um er orsøk í malariusjúkini, treivst væl í tí lendinum, sum stóð undir vatni, og henda ræðuliga sjúka fór at ganga.

Í 1931 var vatnflóðin av tí mesta, ovurstórt strekki av landi fram við Mississippi og greinum hennara stóð undir vatni, bøndur í hundrað túsunda-tali máttu flýggja frá heimi og húsi, og fleiri túsund fólk druknaðu. Tennessee var mesta skuldin til hesa vanlukku, men tá settu framskygdir og ágrýtnir menn sær fyri at temja ánna og skapa bóndunum, sum eftir vóru, livilig kor.

Melduródnarbeltið[rætta | rætta wikitekst]

Fleiri hundrað melduródnir eru á hvørjum ári í melduródnarbeltinum, sum gongur ígjøgnum Kansas, Oklahoma og Missouri. Melduódnirnar taka seg upp, har ið heit luft úr Meksikoflógva og turr, køld luft úr Kanada reka saman. Hørðu melduródnirnar slætta alt, sum fyri er, við jørðina. Melduródnir kunnu ganga upp í 180 km/t [7]. Hvørt ár volda ódnir teimum, sum búgva fram við strondini við Meksikoflógva og Atlantshav, stóran skaða.

Nógvar melduródnir hava verið í USA í 2011. Amerikanska veðurstovan sigur, at 2011 kann enda sum tað ringasta meldurhvirluárið, sum fólk vita um at siga. Høvuðsorsøkin er verðurfyribrigdið La Nina, sum ger vart við seg við jøvnum millumbilum. Veðurstovan sigur, at í apríl 2011 vóru meiri enn 900 meldurhvirlur, og at tann eina dagin vóru 164 meldurhvirlur í statunum Mississippi og Virginia [8].

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Archive copy". http://geography.about.com/od/physicalgeography/a/timezones.htm. Heintað 2011-06-10. 
  2. http://www.worldislandinfo.com/USLARGESTV1.html
  3. http://www.usatoday.com/weather/wcstates.htm
  4. http://www.nps.gov/deva/planyourvisit/upload/Weather.pdf
  5. http://www.guardian.co.uk/news/datablog/2009/aug/18/percentage-population-living-cities
  6. http://wayback.archive.org/web/jsp/Interstitial.jsp?seconds=5&date=1207830337000&url=http%3A%2F%2Fwww.state.gov%2Fr%2Fpa%2Fho%2Ftime%2Fgp%2F17662.htm&target=http%3A%2F%2Fweb.archive.org%2Fweb%2F20080410122537%2Fhttp%3A%2F%2Fwww.state.gov%2Fr%2Fpa%2Fho%2Ftime%2Fgp%2F17662.htm
  7. http://www.cbc.ca/news/world/story/1999/05/07/twister990507.html
  8. http://www.reuters.com/article/2011/04/28/us-usa-weather-tornadoes-idUSTRE73R5QY20110428
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið