Fahrenheitstigin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Fahrenheit)
Far til: navigatión, leita
Hitamálari við °F og °C.

Fahrenheitstigin verður enn nýttur sum hitastigi í nøkrum fáum londum. Bahamaoyggjar,[1] Belis,[2] Burma,[3] Caymanoyggjar,[4] Liberia, Palau[5] og USA við tilknýttum økjum brúka stigan.

Hiti ella temperaturur er mál fyri, hvussu heitt okkurt er. Hiti, sum er givin upp í °F, er máldur eftir Fahrenheitstiganum. Vatn frystir við 32 °F og kókar við 212 °F, tá trýstið er 1 atmosfera.

Stigin er nevndur eftir alisfrøðinginum Daniel Gabriel Fahrenheit, sum kom við honum í 1724. Fahrenheit var av týskari ætt, føddur í Póllandi, men búði størsta partin av lívi sínum í Hollandi.

Uppruni[rætta | rætta wikitekst]

Fahrenheit vitjaði danska stjørnufrøðingin Ole Christensen Rømer í 1708 og fór at arbeiða víðari við hitastiganum hjá Rømer. Hann brúkti ammoniumkloridlaka í staðin fyri natriumkloridlaka fyri at fáa eitt lægri nullpunkt. Hann býtti stigan hjá Rømer í 4, so at vatn frysti við 32 stig (32 = 2 × 2 × 2 × 2 × 2). Á henda hátt fekk hann munin millum frystipunktið á vatni og hitan í handarkulluni til at vera 64 stig (64 = 32 × 2). Seinni vísti tað seg, at handarkullan ikki hevur so støðugan hita, so hann endurskoðaði stigan og setti kókipunktið á vatni til 212 stig, meðan frystipunktið framhaldandi var 32 stig.[6][7][8]

Stigaumrokning[rætta | rætta wikitekst]

Soleiðis rokna vit stig Fahrenheit um til stig Celsius:[9] TC = (TF − 32)/1,8 = 5/9 TF - 17 7/9.

Soleiðis rokna vit stig Celsius um til stig Fahrenheit:[10] TF = TC × 1,8 + 32.

Umrokning til kelvin og til eldri eindir er í greinini hitastigar.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.bahamas.com/weather
  2. http://www.hydromet.gov.bz/
  3. https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/appendix/appendix-g.html
  4. http://www.weather.gov.ky/
  5. http://palaugov.org/climate-statistics/
  6. Fahrenheit temperature scale
  7. Gyldendal - Den store danske: Fahrenheit
  8. Rundetaarn: The thermometers of Ole Rømer
  9. http://www.rapidtables.com/convert/temperature/fahrenheit-to-celsius.htm
  10. http://www.rapidtables.com/convert/temperature/celsius-to-fahrenheit.htm


Hitastigar
Celsius Fahrenheit Kelvin
  Delisle     Newton     Rankine     Réaumur     Rømer  
Hitastigar