Rømerstigin
Rømerstigin er ein gamal hitastigi, nevndur eftir danska stjørnufrøðinginum Ole Christensen Rømer, sum kom við honum í 1701. Rømer ætlaði at seta frystipunktið á saltlaka til 0 stig. Tá hann so setti kókipunktið á vatni (við trýstið 1 atm.) til 60 stig, bleiv frystipunktið á reinum vatni umleið 7,5 stig. Hann defineraði so stigan soleiðis, at vatn frystir við eksakt 7,5 stig og vatn kókar við 60 stig (tá trýstið er 1 atm.) Munurin millum kókipunkt og frystipunkt á vatni er altso 52,5 stig á rømerstiganum, meðan munurin sum kunnugt er 100 stig á celsiusstiganum. Og tá 100/52,5 = 40/21 , er umrokningin millum celsiusstigan og rømerstigan altso:
TRø = 21/40 TC + 7,5 og TC = 40/21 TRø − 14 2/7.
Í dag kann tað tykjast løgið at velja ein stiga við 60 trinum, men Rømer brúkti sama talið, sum tað eru bogaminuttir í einum bogastigi.[1]
Alisfrøðingurin Daniel Gabriel Fahrenheit vitjaði Rømer í 1708 og fór at arbeiða víðari við hitastiganum, til hann gjørdi sín egna stiga, fahrenheitstigan.[2]
Umrokning
[rætta | rætta wikitekst]Umrokning | Frá Rømer til | Til Rømer frá |
Kelvin | TK = 40/21 TRø + 258 121/140 | TRø = 21/40 TK − 135 723/800 |
Celsius | TC = 40/21 TRø − 14 2/7 | TRø = 21/40 TC + 7,5 |
Fahrenheit | TF = 24/7 TRø + 6 2/7 | TRø = 7/24 TF − 1 5/6 |
Rankine | TRa = 24/7 TRø + 465 669/700 | TRø = 7/24 TRa − 135 723/800 |
Réaumur | TRe = 32/21 TRø − 11 3/7 | TRø = 21/32 TRe + 7,5 |
Newton | TN = 22/35 TRø − 4 5/7 | TRø = 35/22 TN + 7,5 |
Delisle | TD = − 20/7 TRø + 171 3/7 | TRø = − 7/20 TD + 60 |
Referansur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Rundetaarn: Termometri". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-04-02. https://web.archive.org/web/20160402020816/http://rundetaarn.dk/dansk/observatorium/term.htm. Heintað 2015-06-24.
- ↑ "Rundetaarn: The thermometers of Ole Rømer". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-09-10. https://web.archive.org/web/20120910171658/http://www.rundetaarn.dk/engelsk/observatorium/tempeng.htm. Heintað 2015-06-24.
Celsius | Fahrenheit | Kelvin | ||||||||||||
Delisle | Newton | Rankine | Réaumur | Rømer | ||||||||||
Hitastigar |