Fahrenheitstigin


Fahrenheitstigin verður enn nýttur sum hitastigi í nøkrum fáum londum. Bahamaoyggjar,[1] Belis,[2] Burma,[3] Caymanoyggjar,[4] Liberia, Palau[5] og USA við tilknýttum økjum brúka stigan.
Hiti ella temperaturur er mál fyri, hvussu heitt okkurt er. Hiti, sum er givin upp í °F, er máldur eftir fahrenheitstiganum. Vatn frystir við 32 °F og kókar við 212 °F, tá trýstið er 1 atmosfera.
Stigin er nevndur eftir alisfrøðinginum Daniel Gabriel Fahrenheit, sum kom við honum í 1724. Fahrenheit var av týskari ætt, føddur í Póllandi, men búði størsta partin av lívi sínum í Hollandi.
Uppruni[rætta | rætta wikitekst]
Fahrenheit vitjaði danska stjørnufrøðingin Ole Christensen Rømer í 1708 og fór at arbeiða víðari við hitastiganum hjá Rømer. Hann brúkti ammoniumkloridlaka í staðin fyri natriumkloridlaka fyri at fáa eitt lægri nullpunkt. Hann býtti stigan hjá Rømer í 4, so at vatn frysti við 32 stig (32 = 2 × 2 × 2 × 2 × 2). Á henda hátt fekk hann munin millum frystipunktið á vatni og hitan í handarkulluni til at vera 64 stig (64 = 32 × 2). Seinni vísti tað seg, at handarkullan ikki hevur so støðugan hita, so hann endurskoðaði stigan og setti kókipunktið á vatni til 212 stig, meðan frystipunktið framhaldandi var 32 stig.[6][7][8]
Stigaumrokning[rætta | rætta wikitekst]
Soleiðis rokna vit stig Fahrenheit um til stig Celsius:[9] TC = (TF − 32)/1,8 = 5/9 TF - 17 7/9.
Soleiðis rokna vit stig Celsius um til stig Fahrenheit:[10] TF = TC × 1,8 + 32.
Umrokning til kelvin og til eldri eindir er í greinini hitastigar.
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
- ↑ http://www.bahamas.com/weather
- ↑ http://www.hydromet.gov.bz/
- ↑ https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/appendix/appendix-g.html
- ↑ http://www.weather.gov.ky/
- ↑ http://palaugov.org/climate-statistics/
- ↑ Fahrenheit temperature scale
- ↑ Gyldendal - Den store danske: Fahrenheit
- ↑ Rundetaarn: The thermometers of Ole Rømer
- ↑ http://www.rapidtables.com/convert/temperature/fahrenheit-to-celsius.htm
- ↑ http://www.rapidtables.com/convert/temperature/celsius-to-fahrenheit.htm
Celsius | Fahrenheit | Kelvin | ||||||||||||
Delisle | Newton | Rankine | Réaumur | Rømer | ||||||||||
Hitastigar |