Kelvinstigin
Í alisfrøði og evnafrøði verður hiti ella temperaturur máldur út frá tí absolutta nullpunktinum. Tá verður hitin vanliga uppgivin í kelvin.
Kelvinstigin er forskotin í mun til celsiusstigan, so at 0 °C = 273,15 K. Men tá tað kemur til hitamun, eru stigarnir eins; veksur hitin 1 K, so veksur hann eisini 1 °C.
Frá 1967 til 2019 varð Kelvinstigin defineraður við, at trípunktið hjá eini ávísari isotopsamanseting av vatni er 273,16 kelvin. Trípunktið hjá vatni er altso við 0,01 °C. Hetta er ikki definitiónin upp á kelvinstigan longur, men sjálvandi er trípunktið hjá vatni framvegis við 273,16 K.
Kelvin, sum er SI-eind fyri hita, er nevnd eftir írsk-skotska verkfrøðinginum og alisfrøðinginum William Thomson (26. juni 1824 - 17. desember 1907), Kelvin lordur.
Stigaumrokning[rætta | rætta wikitekst]
Soleiðis rokna vit stig Celsius um til kelvin:[1] TK = TC + 273,15.
Soleiðis rokna vit kelvin um til stig Celsius:[2] TC = TK − 273,15.
Umrokning til eldri eindir er í greinini hitastigar.
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
- ↑ http://www.rapidtables.com/convert/temperature/celsius-to-kelvin.htm
- ↑ http://www.rapidtables.com/convert/temperature/kelvin-to-celsius.htm
Celsius | Fahrenheit | Kelvin | ||||||||||||
Delisle | Newton | Rankine | Réaumur | Rømer | ||||||||||
Hitastigar |