Latínamerikanarar
Latínoamerikanarar (á enskum Hispanic ella Latino Americans) eru eitt fólkaslag sum býr í USA. Teir verða eisini nevndir hispanics og tala spansk, tí at forfedrar teirra komu úr Spania. Mangir halda enn fast við gamlan sið og egna mentan.
Tann spanskttalandi parturin av íbúgvum er í stórum vøkstri bæði í nøgd og búskapi. Í 2000 var talið 35 mió. (12,5 %), í 2010 var tað vaksið til 50.5 mió. (16,3 %) [1][2]. Latínoamerikanskur matur og tónleikur er væl dámdur. Flestu tilflytararnir, sum búgva í vesturríkjunum, eru úr Meksiko. Tey fjølgast skjótt, og somuleiðis afroamerikanarar og ásiatar. Fyri 2042 verða hesi fólk stív helvtin av fólkatalinum í USA [3]. Tey flestu hava amerikanskan ríkisborgararætt. Útlendingar í USA kunnu søkja um amerikanskan ríkisborgararætt eftir 5 árum við ikki-tíðarbundnum uppihaldsloyvi [4].
Til 1492, tá ið Kristoffur Kolumbus kom til Amerika, búðu bara indiánar í hesum parti í heiminum. Men eftir tað fóru fólk úr Spania at búseta seg har í stórum tali. Øldirnar eftir at Kolumbus varð komin til Amerika, ráddu spaniamenn nógvastaðni í meginlandinum. Í USA fingu sponsk mentan og spanskt mál stóra ávirkan og hava tað enn. Flestu teirra búgva í Kalifornia, Texas og Florida. Yvir 950 000 latínoamerikanarar búgva eisini í New Mexico og eru í stórum meirluta. Flestu latínoamerikanarnir, sum búgva í Florida, eru úr Kuba. Amerikanarar av kubanskum uppruna sleppa nú til Kuba at ferðast, hava teir hug til tess, og samstundis fáa teir loyvi til at hjálpa skyldfólki í Kuba við eitt nú pengum. Tað ber til, nú Barack Obama, forseti, hevur ógildað tiltøk, sum USA setti í verk ímóti Kuba, tá kommunistarnir tóku valdið har fyri 50 árum síðani [5].
Meginparturin av fólkinum er katolikkar (70 %), og eini 20 % eru protestantar [6]. Hóast latínoamerikanarnir eru ein lítil minniluti í USA, so síggjast kirkjur teirra allastaðni.
Í USA hava tey bæði eina spennandi fortíð og eina upplívgandi nútíð, sum boðar frá eini ljósari framtíð.
Hagtøl
[rætta | rætta wikitekst]Upprunalond
[rætta | rætta wikitekst]Latínoamerikanarar eru komnir í stórum tali til USA, helst úr Meksiko (65 %). Hispanics eru eisini fluttir hagar úr Puerto Riko, El Salvador og Kuba.
Land | Fólkatal | % |
---|---|---|
Meksiko | 31,673,700 | 65.5 |
Puerto Riko | 4,411,604 | 9.1 |
El Salvador | 1,736,221 | 3.6 |
Kuba | 1,677,158 | 3.5 |
Dominikanalýðveldið | 1,360,476 | 2.8 |
Guatemala | 1,077,412 | 2.2 |
Kolombia | 916,616 | 1.9 |
Honduras | 624,533 | 1.3 |
Spania | 613,585 | 1.3 |
Ekvador | 611,457 | 1.3 |
Peru | 557,107 | 1.2 |
Nikaragua | 368,720 | 0.8 |
Argentina | 227,180 | 0.5 |
Venesuela | 198,276 | 0.4 |
Panama | 170,057 | 0.4 |
Kosta Rika | 131,331 | 0.3 |
Kili | 122,986 | 0.3 |
Bolivia | 104,044 | 0.2 |
Uruguei | 56,054 | 0.1 |
Paraguei | 18,179 | 0.04 |
Onnur øki | 1,691,448 | 3.5 |
Fólk íalt | 48,348,144 | 100 |
Lutsøkir
[rætta | rætta wikitekst]Talvan niðanfyri vísir broytingar í fólkatalinum í 2000-2010, býtt á økir. Hagtølini vísa, at talið er vaksið mest í statunum South Carolina, Alabama, Tennessee, Kentucky, North Carolina og Arkansas.
Øki | Hispanics pr. 2000 | % í 2000 | Hispanics pr. 2010 | % í 2010 | Vøkstur í % 2000-2010 |
---|---|---|---|---|---|
Alabama | 75,830 | 1.7% | 185,602 | 3.9% | +144.8% |
Alaska | 25,852 | 4.1% | 39,249 | 5.5% | +51.8% |
Arizona | 1,295,617 | 25.3% | 1,895,149 | 29.6% | +46.3% |
Arkansas | 86,866 | 3.2% | 186,050 | 6.4% | +114.2% |
Kalifornia | 10,966,556 | 32.4% | 14,013,719 | 37.6% | +27.8% |
Colorado | 735,801 | 17.1% | 1,038,687 | 20.7% | +41.2% |
Connecticut | 320,323 | 9.4% | 479,087 | 13.4% | +49.6% |
Delaware | 37,277 | 4.8% | 73,221 | 8.2% | +96.4% |
Washington DC | 44,953 | 7.9% | 54,749 | 9.1% | +21.8% |
Florida | 2,682,715 | 16.8% | 4,223,806 | 22.5% | +57.4% |
Georgia | 435,227 | 5.3% | 853,689 | 8.8% | +96.1% |
Hawaii | 87,699 | 7.2% | 120,842 | 8.9% | +37.8% |
Idaho | 101,690 | 7.9% | 175,901 | 11.2% | +73.0% |
Illinois | 1,530,262 | 12.3% | 2,027,578 | 15.8% | +32.5% |
Indiana | 214,536 | 3.5% | 389,707 | 6.0% | +81.7% |
Iowa | 82,473 | 2.8% | 151,544 | 5.0% | +83.7% |
Kansas | 188,252 | 7.0% | 300,042 | 10.5% | +59.4% |
Kentucky | 59,939 | 1.5% | 132,836 | 3.1% | +121.6% |
Louisiana | 107,738 | 2.4% | 192,560 | 4.2% | +78.7% |
Maine | 9,360 | 0.7% | 16,935 | 1.3% | +80.9% |
Maryland | 227,916 | 4.3% | 470,632 | 8.2% | +106.5% |
Massachusetts | 428,729 | 6.8% | 627,654 | 9.6% | +46.4% |
Michigan | 323,877 | 3.3% | 436,358 | 4.4% | +34.7% |
Minnesota | 143,382 | 2.9% | 250,258 | 4.7% | +74.5% |
Mississippi | 39,569 | 1.4% | 81,481 | 2.7% | +105.9% |
Missouri | 118,592 | 2.1% | 212,470 | 3.5% | +79.2% |
Montana | 18,081 | 2.0% | 28,565 | 2.9% | +58.0% |
Nebraska | 94,425 | 5.5% | 167,405 | 9.2% | +77.3% |
New Hampshire | 20,489 | 1.7% | 36,704 | 2.8% | +79.1% |
New Jersey | 1,117,191 | 13.3% | 1,555,144 | 17.7% | +39.2% |
New Mexico | 765,386 | 42.1% | 953,403 | 46.3% | +24.6% |
New York | 2,867,583 | 15.1% | 3,416,922 | 17.6% | +19.2% |
Nevada | 393,970 | 19.7% | 716,501 | 26.5% | +81.9% |
North Carolina | 378,963 | 4.7% | 800,120 | 8.4% | +111.1% |
North Dakota | 7,786 | 1.2% | 13,467 | 2.0% | +73.0% |
Ohio | 217,123 | 1.9% | 354,674 | 3.1% | +63.4% |
Oklahoma | 179,304 | 5.2% | 332,007 | 8.9% | +85.2% |
Oregon | 275,314 | 8.0% | 450,062 | 11.7% | +63.5% |
Pennsylvania | 394,088 | 3.2% | 719,660 | 5.7% | +82.6% |
Rhode Island | 90,820 | 8.7% | 130,655 | 12.4% | +43.9% |
South Carolina | 95,076 | 2.4% | 235,682 | 5.1% | +147.9% |
South Dakota | 10,903 | 1.4% | 22,119 | 2.7% | +102.9% |
Tennessee | 123,838 | 2.2% | 290,059 | 4.6% | +134.2% |
Texas | 6,669,666 | 32.0% | 9,460,921 | 37.6% | +41.8% |
Utah | 201,559 | 9.0% | 358,340 | 13.0% | +77.8% |
Vermont | 5,504 | 0.9% | 9,208 | 1.5% | +67.3% |
Virginia | 329,540 | 4.7% | 631,825 | 7.9% | +91.7% |
Washington | 441,509 | 7.5% | 755,790 | 11.2% | +71.2% |
West Virginia | 12,279 | 0.7% | 22,268 | 1.2% | +81.4% |
Wisconsin | 192,921 | 3.6% | 336,056 | 5.9% | +74.2% |
Wyoming | 31,669 | 6.4% | 50,231 | 8.9% | +58.6% |
Amerikanska Sámoa | 0 % | ||||
Guam | 0.2 % | ||||
Norðurmarianoyggjar | 0 % | ||||
Puerto Riko | 3,762,746 | 98.8% | 3,688,455 | 99.0% | -2.0% |
Amerikonsku Jómfrúoyggjar | 15,196 | 14.0% | |||
USA | 35,305,818 | 12.5% | 50,477,594 | 16.3% | +43.0% |
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ US Census Bureau: "Redistricting Data, First Look at Local 2010 Census Results"
- ↑ US Census Bureau: "Population by Race and Hispanic or Latino Origin, for the United States, Regions, Divisions, and States, and for Puerto Rico: 2000"
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2009-04-17. https://web.archive.org/web/20090417195925/http://www.america.gov/st/peopleplace-english/2008/August/20080815140005xlrennef0.1078106.html. Heintað 2009-04-17.
- ↑ http://www.ehow.com/how_5094027_become-citizen-having-green-card.html
- ↑ http://articles.latimes.com/2009/mar/15/nation/na-florida-cuba-travel15
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-04-09. https://web.archive.org/web/20110409083331/http://latinostudies.nd.edu/pubs/pubs/HispChurchesEnglishWEB.pdf. Heintað 2011-05-19.
- ↑ "Detailed Hispanic Origin: 2009" (PDF). Pew Hispanic Center. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-03-13. https://web.archive.org/web/20110313222916/http://pewhispanic.org/files/factsheets/hispanics2009/Table%206.pdf. Heintað 2011-03-29.
- ↑ US Census Bureau: "Redistricting Data, First Look at Local 2010 Census Results"
- ↑ US Census Bureau: "Population by Race and Hispanic or Latino Origin, for the United States, Regions, Divisions, and States, and for Puerto Rico: 2000"