Jump to content

Amerikanska Sámoa

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá American Samoa)
Sāmoa Amelika
American Samoa
Flagg Amerikanska Sámoa
(Flagg Amerikanska Sámoa)
Skjaldarmerki Amerikanska Sámoa
(Skjaldarmerki Amerikanska Sámoa)
Tjóðarslagorð: "Samoa, Muamua Le Atua" (sámoskt)
"Samoa, Let God Be First" (enskt)
Tjóðsangur: The Star-Spangled Banner
Alment mál Sámoskt og enskt
Høvuðsstaður Pago Pago
Forseti Joe Biden
Guvernørur Lemanu Peleti Mauga (D)
Fullveldi Onki 1
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
199 km²
0,0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2014
 - tættleiki
 
54 517
326/km²
Gjaldoyra Amerikanskur dollari ($)
Tíðarøki UTC -11
Økisnavn á alnetinum .as
Telefonkota +1684
1Amerikanska Sámoa hevur sjálvstýri, men er undir amerikonskum yvirræði.

Amerikanska Sámoa (sámoskt[1]: Sāmoa Amelika ella Amerika Sāmoa, enskt: American Samoa) er eitt lítið amerikanskt oyggjaland í Kyrrahavinum. Oyggjabólkurin er annar av teimum tveimum oyggjabólkunum, sum mynda Sámoaoyggjarnar í Polynesia. Amerikanska Sámoa er eystasta oyggin í oyggjabólkinum. Lýðveldið Sámoa liggur eisini í oyggjabólkinum. Amerikanska Sámoa er umleið miðskeiðis millum Hawaii og New Zealand. Oyggjarnar eru partur av USA og liggja 900 km norðanfyri Tonga, 100 km eystanfyri Lýðveldið Sámoa og 500 km sunnan fyri Tokelau.



Amerikanska Sámoa gjørdist amerikanskt hjáland í 1899, og hevur síðan hoyrt til Sameindu Statirnir, burtursæð frá styttri tíðarskeiðum, har ið oyggin var hersett av Týsklandi. Tá ið niðurlendingar komu til oyggjarnar í 1722, vóru tær so tætt skógvaksnar, at næstan ikki var framkomandi. Í dag eru stórir partar av oynni dyrkaðar, men tað eru enn fleiri øki, sum eru órørd, m.a. National Park of American Samoa. Hesi økið eru sera ymisk. Høg ber fjøll, onnur fjøll eru vaksin við frumskógar líknandi vøkstri. Skógarklædda fjallalandslagið líkist nógv tí í grannalandinum Lýðveldið Sámoa fyri vestan. Íbúgvarnir eru av polynesiskum uppruna, men eisini er ein hvítur minniluti.



Amerikanska Sámoa er partur av USA, og fólkið, har býr, er sostatt amerikanar. Oyggjarnar hava sítt egna ting og guvernør; teir hava eitt ting, sum smíðar lógir, og ger egna fíggjarlóg. Men uttanríkismál verða umsitin í District of Columbia. Oyggjabúgvar senda umboð til tjóðartingið í Washington DC. Gjaldoyrað, ið nýtt verður, er amerikanskur dollari (USD). Almenn mál eru enskt og sámoskt, sum er eitt polynesiskt mál.

Á Amerikanska Sámoa er fiskivinnan høvuðsvinnan; í dag er Amerikanska Sámoa tann mest framkomni parturin av Sámoaoyggjum, fyrst og fremst vegna fiskivinnuna. Búskaparliga er Amerikanska Sámoa tættt knýtt at Sambansríkinum Amerika og fær meginpartin av inntøkum sínum haðan.[2] Hetta hevur við sær, at húskorini eru ímillum tey bestu í Osiania. Hóast Sámoa hevur heimild til at krevja inn skatt og ongar fíggjarligar skyldur hevur USA bundið seg til framhaldandi at veita Sámoa neyðuga fíggjarliga hjálp. Ferðavinnan er eisini gomul, men hendan tók rættuligt dik á seg, tá ið tann sokallaða charterflúgvingin byrjaði í 1960-árinum.

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]
Pago Pago er kendur fyri at vera býurin, har tað regnar einamest í øllum heiminum.[3]

Oyggjarnar liggja í Polynesia í Kyrrahavinum, einar 100 km eystur úr Lýðveldinum Sámoa og eru partur av Sámoaoyggjunum. Pago Pago er høvuðsstaðurin í oyggjunum og liggur á oynni Tutuila, sum er tann størsta oyggin. Á Amerikanska Sámoa, sum er 199 ferkilometrar til støddar, búgva 54 517 fólk og á Tutuila (142 ferkilometrar) 50 000, so fólkatættleikin er høgur. Á Tutuila er fólkatættleikin uml. 400 fólk fyri hvønn km², og í t.d. Streymoynna uml. 60 fólk fyri hvønn km². Amerikanska Sámoa (199 ferkilometrar) er nakað størri enn Vágar, sum er 177 km². Tað vil siga, at Føroyar eru 7 ferðir størri enn Amerikanskt Sámoa. Sjey oyggjar eru í landinum.[4] Oyggjabólkurin hevur fleiri befólkaðar og óbefólkaðar oyggjar; tær størstu av Amerikonsku Sámoaoyggjunum eru Tutuila, Aunu'u, Ofu, Olosega og Ta’u. Av teimum er oyggin Tutuila størsti parturin og har tað búgva flest fólk; 95 prosent av fólkatalinum í 2014 búgva á Tutuila. Motu O Manu (Rose Atoll) er einasta oyggj í Amerikanskum Sámoa, har ongi fólk búgva.

Oyggjabólkurin er av vulkanskum uppruna. Hjálandið hevur eitt sera tropiskt veðurlag við miðalhita ið liggur á umleið 29 °C alt árið[5], og sum minnir nógv um veðurlagið á Hawaiioyggjunum. Kaldasta tíðin er frá november til apríl, og hetta tíðarskeiði verða oyggjarnar onkuntíð raktar av tropiskum ódnum. Á oyggjunum eru fleiri høg eldfjøll, men nú er bara eitt, sum ger um seg. Mesta regnið er frá januar til mars.[6]

  1. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-04. https://web.archive.org/web/20160304212531/http://malrad.fo/page.php?l=fo&Id=97&s131=S. Heintað 2014-11-30. 
  2. https://snl.no/Amerikansk_Samoa
  3. Atkinson, Brett and Charles Rawlings-Way (2016). Lonely Planet Rarotonga, Samoa & Tonga (Travel Guide). Lonely Planet. Síða 147. ISBN 9781786572172.
  4. http://www.sydhav.no/Amerikansk%20Samoa/fakta.htm
  5. http://www.samoa.travel/about/a5/Practical-Information
  6. http://www.prh.noaa.gov/peac/peu/2012_1st/american_samoa.php[deyð leinkja]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið