Jump to content

Sámoa

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Samoa má ikki blandast við amerikanska øki American Samoa, ið liggur beint eystanfyri.

Malo Saʻoloto Tutoʻatasi o Sāmoa
Flagg Lýðveldið Sámoa
(Flagg Lýðveldið Sámoa)
Skjaldarmerki Lýðveldið Sámoa
(Skjaldarmerki Lýðveldið Sámoa)
Tjóðarslagorð: Fa'avae i le Atua Sāmoa
Tjóðsangur: O Le Fu'a o Le Sa'olotoga o Samoa
Alment mál Sámoskt og enskt
Høvuðsstaður Apia
Høvdingur Va'aletoa Sualauvi II
Forsætisráðharri Naomi Mata'afa
Fullveldi 1. januar 1962 (frá New Zealandi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
2 842 km²
0,3 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2012
 - tættleiki
 
194 320
63,2/km²
Gjaldoyra Tala (WST)
Tíðarøki UTC +13 og +14
Økisnavn á alnetinum .ws
Telefonkota +685

Lýðveldið Sámoa, kent eisini sum Vestursámoa, er eitt oyggjaland í Kyrrahavinum. Lýðveldið Sámoa er annar av teimum tveimum oyggjabólkunum, sum mynda Sámoaoyggjarnar. Oyggjabólkurin fevnir eisini um oyggjarnar Sāmoa Amelika (Amerikanska Sámoa). Høvuðsstaðurin eitur Apia. Fólkatalið liggur um 200.000, og her verður snakkað samoanskt og enskt.

Samoa er lítil oyggjabólkur, har fólk búgva á nøkrum fáum oyggjum. Høvuðsoyggin er Upolu, og her liggur eisini høvuðsstaðurin í oyggjabólkinum, Apia. Oyggjarnar liggja miðskeiðis á leiðini millum Hawai'i og Ný Sæland, og Samoa er sjálvstøðugur eindarstatur, partur av Commonwealth.

Landið var niðurseturíki hjá týska ríkinum frá 1899 til 1915, kom síðani undir eina felags bretska og nýsælendska niðursetustýring til 1. januar 1962, tá tað gjørdist sjálvstøðugt. Samoa er eitt einsháttað parlamentariskt fólkaræði við 11 fyrisitingarligum býti. Vestursámoa varð tikið upp í Sameindu Tjóðir 15. desember 1976.[1]

References

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið