Vanuatu

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ripablik blong Vanuatu
Republic of Vanuatu
République de Vanuatu
Flagg Vanuatu
(Flagg Vanuatu)
Skjaldarmerki Vanuatu
(Skjaldarmerki Vanuatu)
Tjóðarslagorð: "Long God yumi stanap"
Tjóðsangur: "Yumi, Yumi, Yumi"
Alment mál Bislama, enskt og franskt
Høvuðsstaður Port Vila
Forseti Tallis Obed Moses
Forsætisráðharri Bob Loughman Weibur
Fullveldi 30. juli 1980
(frá Stórabretlandi og Fraklandi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
12 190 km²
0,0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2014
 - tættleiki
 
266,937
19,7/km²
Gjaldoyra Vanuatu vatu (VUV)
Tíðarøki UTC +11
Økisnavn á alnetinum .vu
Telefonkota +678

Vanuatu er eitt oyggjaland í Kyrrahavinum. Høvuðsstaðurin eitur Port Vila. Vanuatu liggur í Melanesia, einar 1750 km. eystur úr Avstralia. Vanuatu er vestan úr Fiji og norðan úr Nýkaledónia. Vanuatu gekk áður undir navninum Nýhebridurnar. Í Vanuatu - sum gjørdist sjálvstøðug tjóð í 1980 - búgva góð 267.000 fólk. Talan er um eitt oyggjasamfelag við 85 oyggjum, har fólk býr á 65 teirra. Landaøkið er tilsamans góðar 4.700 ferkilometrar - á leið tríggjar ferðir størri enn Føroyar. Matthew- og Hunter oyggjarnar eru undir vanuatiskum yvirræði, men Nýkaledónia krevur eisini rættin yvir Matthew og Hunter.

Í 2014 var fólkatalið 266,937. Fólkið, sum býr í Vanuatu, eitur melanesar (uml. 95 % av fólkinum). Almennu málini eru trý í tali: enskt, franskt og bislama. Bislama er eitt kreolmál grundað á enskt. Bislama er móðurmál hjá um 6200 fólkum, harav um 5000 í Vanuatu og um 1200 í Nýkaledónia. Til ár 2005 hava tað bara verið óbygdar oyggjar sum fóru undir í Indiska Havinum og Kyrrahavinum, av tí at havið veksur. Men í 2006 er Lohachara í Bengal farið undir við alla, har 10.000 fólk einaferð búðu, og aðrar oyggjar sum Vanuatu, Maldivurnar og Marshalloyggjarnar standa skjótt fyri skotum. Øki har eini 70.000 fólk búgva í løtuni. Orsøkin verður hildin at vera vakstrarhúsárin.

Náttúruvanlukkur[rætta | rætta wikitekst]

Loftborin neyðhjálp úr Australia, Ný Sælandi og øðrum londum er komin til Vanuatu í mars 2015.
Í høvuðsstaðnum eru níggju av tíggju húsunum í knúsi, sambært ST.

Av tí at nógvar náttúruvanlukkar hava tikið stað tey seinastu árini í Vanuatu, hava umhvørvisvinarlig tiltøk verið sett í gongd. Jarðskjálvtar eru vanligir har á leið, og ofta hava teir gjørt stóran skaða. Í mars 2015 gjørdi ódnin Pam stóran skaða. Fríggjakvøldið 13. mars, lokala tíð, herjaði ódnin Pam oyggjalandið við aldoyðileggjandi hvirlum, sum vórðu máldar til 350 kilometrar um tíman.[1] "Vit hava ment landið hesi seinastu árini, men henda melduródnin hevur oyðilagt infrakervið, sum vit hava bygt upp. Tað er lagt í oyði. Vit hava brúk fyri altjóða fígging fyri at byggja landið uppaftur", segði forsetin Baldwin Lonsdale. Fleiri av heimsins leiðarum hava lovað stuðul, og hernaðarflogfør úr Avstralia, Ný Sælandi og Fraklandi eru komin fram við mati, tjøldum, heilivági, generatorum og neyðhjálpararbeiðarum. Í høvuðsstaðnum, Port Vila, eru 90 prosent av íbúðunum sambært neyðhjálpararbeiðarum, oyðilagdar. Sambært fólkunum kann tað taka fleiri samdøgur, áðrenn hjálp er komin fram til allar 80 oyggjarnar í landinum, har fólk býr. Serliga eru tey bangin fyri oynni Tanna, sum liggur 200 kilometrar sunnan fyri Port Vila. Tað var her, at hvirlurnar vórðu harðast leygarnáttina 14. mars.[2]

Forsetin í oyggjalandinum, Baldwin Lonsdale, hevur heitt á umheimin um hjálp aftaná at ódnin Pam gjørdi storan skaða um stórar partar av oyggjasamfelagnum.[3] Ein óvanliga hørð ódn, sin sukallað supersyklon, hevur fullkomiliga oyðilagt stórar partar av oyggjasamfelagnum. Í høvuðsstaðnum eru níggju av tíggju húsunum í knúsi, sambært ST.[4] Talið á deyðum er ikki kent, men 17. mars 2015 vóru minst 44 funnin deyð, men myndugleikarnir óttast at talið kemur at vaksa munandi.[5] Forsetin í Vanuatu sigur, at neyðugt er við menningarhjálp frá heimssamfelagnum til at endurbyggja, eftir at oyggjatjóðin varð rakt og oyðiløgd av ógvusligastu ódnunini, sum nakrantíð er skrásett. Hernaðarflogfør frá Australia, USA og Ný Sælandi hava flogið vatn, heilsuútgerð, heilivág og tjøld til Vanuatu.[6] Í dag verður vanliga flúgvingin tikin upp aftur, og harvið kann hjálp koma til, og ferðafólk flúgvast burtur.

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Í 1778 fór sjófarin James Cook í land á Vanuatu.

Landið er skuldarbundið upp um háls og er í dag bundið av útlendskari menningarhjálp úr t.d. Avstralia. Flestu ferðafólk, ið koma til Vanuatu er eisini avstraliar. Tað er av fátækastu londum í Osiania; fólkini í Vanuatu eru sera fátøk, tey flestu mugu stríðast og strevast fyri at fáa mat á borðið. Fiskur er mest týðandi útflutningsvøran. Kakao er eisini ovurstór vinna. Hóast nógv hevur verið gjørt til tess at menna landbúnaðin, má landið flyta inn týðandi matvørur og rávørur, men eisini tubbak. Hesi lond handlar Vanuatu við (sbrt. CIA World Factbook 2012 [7]):

Útflutningur Innflutningur
1. Teiland Teiland 41.9 % Fólkalýðveldið Kina Fólkalýðveldið Kina 20.2 %
2. Fílabeinsstrondin Fílabeinsstrondin 30.5 % Singapor Singapor 18.8 %
3. Japan Japan 14.7 % USA USA 15.0 %
4. Japan Japan 11.6 %
5. Avstralia Avstralia 10.4 %
6. Fiji Fijioyggjar 5.2 %

Myndasavn[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.vg.no/nyheter/utenriks/supersyklon-raserte-stillehavsparadis-foeltes-som-om-verden-gikk-under/a/23414674/
  2. http://politiken.dk/udland/ECE2587666/ingen-livstegn-fra-vanuatu-oeen-tannas-29000-beboere/
  3. http://www.altaposten.no/lokalt/NTB/NTB_utenriks/article10749091.ece
  4. http://www.bbc.com/news/world-asia-31895231
  5. http://www.nrk.no/verden/syklon-raserte-stillehavsoyer-1.12259717
  6. http://www.bbc.com/news/world-asia-31892872
  7. "Archive copy". https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/nh.html. Heintað 2014-09-24. 
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið