James Cook

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
James Cook var av skilabestu skiparum og fór væl við manningini.

James Cook (f. 7. november 1728 í Yorkshire í Ongland, d. 14. februar 1779 í Kealakekua í Hawai'i) gjørdist kendur, tá ið hann kortlegði stórar partar av Kanada í Sjeyárabardaganum (1756-1763). Bæði í Kanada og í Kyrrahavi teknaði hann nágreiniligari enn nakar annar undan honum. Hann kom til stórar partar av Polynesia, granskaði Suðuríshavið, sigldi kring Nýsæland, kortlegði eysturstrondina við Avstralia og savnaði nógv vísindaligt tilfar. Vísindamenn og listamenn, sum vóru við honum, eygleiddu og festu á blað alla atkomiliga vitan um dýr, fólk og londini, teir vitjaðu. Árini 1768-1779 varð Cook høvuðsmaður fyri teimum rannsóknarferðum í Kyrrahavi og útvegaði evropearum størri vitan um Kyrrahavsoyggjar og Avstralia, enn nakar maður hevði gjørt. Hann var frálíkur sjómaður, rannsóknarfari og oddamaður. Hann var strangur, men virdur maður, og bjargaði heilsuni á monnum sínum, tí at hann legði stóran dent á, at teir fingu rættan kost og vóru reinførir. Hann legði sær altíð nær at fáa gott vinalag við teir polynesarar, hann vitjaði. Allir, sum vóru við á ferðum Cooks, fingu stóra virðing fyri honum, og vórðu honum trúfastir.

Tær tríggjar rannsóknarferðirnar[rætta | rætta wikitekst]

Frá 1768 til 1771 sigldi Cook fyrst til Tahiti, síðan kring Nýsæland, sum hann kortlegði, og haðan til eysturstrondina á Avstralia. Hesi bæði londini vóru áður hildin at vera partur av Terra Australis (Suðurland), eitt ovurstórt sagnmeginland. Á aðru ferð síni (1772 til 1775) granskaði Cook Suðuríshavið, suður at ísmarkinum. Cook fann einki land, og tað bendi á, at nevnda sagnland bara kundi verða kring Suðurpólin. Hann kom til næstan allar teir stóru oyggjaflokkarnar í Suðurkyrrahavi. Í 1776 til 1779 leitaði hann eftir Útnyrðingsleiðini úr Evropa, norðan fyri Alaska, til Asia. Á vegnum granskaði hann Hawai'i, og har varð hann dripin í 1779.

Tær tríggjar ferðirnar
  Fyrsta ferð Cooks 1768-71.
  Onnur ferð Cooks 1772-75.
  Triðja ferð Cooks 1776-79.

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur[rætta | rætta wikitekst]