Marshalloyggjar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Aolepān Aorōkin M̧ajeļ
Republic of the Marshall Islands
Lýðveldið Marshalloyggjar
Flagg Marshalloyggjar
(Flagg Marshalloyggjar)
Tjóðarslagorð: Accomplishment through Joint Effort
Tjóðsangur: Forever Marshall Islands
Alment mál Marshalloyskt, enskt
Høvuðsstaður Majuro
Forseti Hilda Heine
Átrúnaður Kristindómur 97,50 %
Aðrir 2,50 %
Fullveldi 21. oktober 1986
(frá USA)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
181,42 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2011
 - tættleiki
 
54 600
301/km²
Gjaldoyra Amerikanskur dollari
Tíðarøki UTC +12
Økisnavn á alnetinum .mh
Telefonkota +692

Marshalloyggjar (marshalloyskt: Aolepān Aorōkin M̧ajeļ, enskt: Republic of the Marshall Islands) eru oyggjaland í Oseania. Marshalloyggjar hava bara umleið 54 túsund íbúgvarar (des. 2011). Størsti býurin og høvuðsstaður er Majuro. Majuro hevur umleið 26 túsund íbúgvar. Almennu málini eru tvey í tali, marshalloyskt og enskt. Miðallívsævin í landinum er 73,03 ár. 6,3 prosent av fólkinum eru ikki lesifør.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Marshalloyggjar hevur verið hjáland hjá USA. Landið gjørdist fullveldi og lýðveldi 21. oktober 1986. Marshalloyggjar hevur enn nógv samband við USA.

Politikkur[rætta | rætta wikitekst]

Marshalloyggjarnar eru limir í Compact of Free Association við Sambandsríki Amerika. Íbúgvar á Marshalloyggjum hava rætt at búsetast og arbeiða í USA og at gera sjálvbodna tænastu í amerikanska herinum.

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Marshalloyggjarnar eru tilsamans 1.152 oyggjar. Oyggjarnar eru 176 km2 spreiddar yvir eitt øki pá 1 millión km2. Móti suðureystri finna vit millum annað Jaluit, Kwajalein, Rongelap, Bikini og Enewetak. Norðaru oyggarnar fáa minni avfall enn tær sunnaru oyggjarnar.

Eini 62,000 fólk búgva í Marshalloyggjum, ið eru sum hálv Streymoy til víddar.

Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið