Compact of Free Association

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

The Compact of Free Association (COFA) er samgonga ímillum Sambandsríki Amerika og 3 av gomlu hjálondum tess. USA hevur hernaðarligu ábyrgdina fyri oyggjunum, samstundis sum teir lata teimum menningarhjálp og annan búskaparligu fyriskift, m.a. handilssáttmálar við USA. Londini í Compact of Free Association atkvøðir oftast við USA í aðalfundinum í ST. Allar oyggjarnar hava fingið sáttmála um frælsan felagsskap, við USA, sum sær til, at búskaparligur stuðul verður veittur aftur fyri havnarættindi og rættindi til hernaðarliga hjáveru. USA rindar oyggjaríkjunum fyri at varðveita sína hermálsligu støðu í hesum pørtum av Kyrrahavi. Tað merkir eisini, at USA er bundið til at verja oyggjarnar.

Hesi lond - Mikronesiasamveldið, Marshalloyggjar og Palau - hava øll formligt fullveldi, men sáttmálin um frælsan felagsskap tilskilar amerikonskum myndugleikum ávís rættindi og áleggur teimum skyldur á ymsum málsøkjum, eitt nú í uttanríkismálum, verjumálum, fjarskiftismálum og í málum viðvíkjandi útlendingaeftirliti, umhvørvisvernd, fíggjarligum stuðli og gjaldoyra. Tað málsøki, sum USA í øllum trimum londunum hevur tilskilað sær burturav, eru verjumál, sum USA hevur fult ræði á og ábyrgd av. Hóast sáttmálarnir kunnu sigast upp, annaðhvørt við semju millum báðar partar ella einsæris, verða ásetingarnar um verjumál kortini framvegis í gildi í eitt ávíst áramál. Í sáttmálanum við Palau er ein áseting, sum útilokar alt hervald uttan hitt amerikanska, og hon er galdandi í óavmarkaða tíð, ella til londini sínámillum semjast um at seta hana úr gildi. Eitt tættari samband er hinvegin millum USA og m.a. Norðurmarianoyggjar og Guam.

Limalondini eru hesi[rætta | rætta wikitekst]

Umframt[rætta | rætta wikitekst]

Útvortis ávísing[rætta | rætta wikitekst]