Kiribati

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Independent and Sovereign Republic of Kiribati
Flagg Kiribati
(Flagg Kiribati)
Skjaldarmerki Kiribati
(Skjaldarmerki Kiribati)
Tjóðarslagorð: Te Mauri, Te Raoi ao Te Tabomoa
Tjóðsangur: Teirake Kaini Kiribati
Alment mál Enskt og kiribatiskt
Høvuðsstaður Tarawa Teinainano
Forseti Taneti Maamau
Varaforseti Teuea Toatu
Fullveldi 12. juli 1979 (úr Stórabretlandi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
811 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2010
 - tættleiki
 
103,500
135/km²
Gjaldoyra Kiribatiskur dollari
Tíðarøki (UTC+12, +13, +14)
Økisnavn á alnetinum .ki
Telefonkota +686

Kiribati er eitt oyggjaland í Kyrrahavinum. Høvuðsstaðurin eitur Tarawa Teinainano (South Tarawa). Oyggjarnar í Kiribati eru tilsamans støddar sum Streymoy, Suðuroy, Nólsoy og Vágar, ella eitt sindur meiri enn hálvar Føroyar. Men tað er so langt ímillum oyggjarnar í Kiribati, at sjóøkið er líka stórt sum alt India. Í Kiribati búgva umleið 100.000 fólk. Til Mikronesia, sum merkir “tær smáu oyggjarnar”, hoyra londini Guam, Marshalloyggjar, Mikronesiasamveldið, Belau, Nauru og Kiribati.

Í Kiribati eru 33 oyggjar, sum eru spjaddar um eitt øki á 3.500.000 km², sum er 3.800 kilometrar kring Ekvator. Talan er um 32 kolralloyggjar og eina oyggj, Banaba. Navnið verður úttalað /kiribas/, sum er ein mikronesisk broyting av tí fyrrverandi enska navninum fyri tann stóra oyggjabólkin The Gilbert Islands. Umframt Gilbertoyggjarnar so eru aðrar oyggjar í Kiribati, tær flestu av Linjuoyggjunum eru partur av Kiribati, oyggin Banaba og so oyggjabólkurin Føniksoyggjarnar, sum eru nærum óbygdar.

Í 1892 gjørdist Gilbertoyggjarnar partur av tí bretska protektoratinum saman við Ellice Islands. Gilbertoyggjarnar gjørdist eitt hjáland í 1916 og fingu sjávstýri í 1971.

Almenn mál í Kiribati eru enskt og Kiribatiskt, sum er eitt mikronesiskt mál.

Kiribati


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið