Mikronesia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Kort av Kyrrahavsoyggjunum har ið Mikronesia-økið er merkt.

Mikronesia (úr grikskum μικρός “smá” og νῆσος “oyggjar”) er ikki bara eitt landafrøðiligt øki í Kyrrahavinum, men eisini ein sokallað etnografiskt región, har fólkið í ymsu londunum hava sama etniska uppruna. Tað liggur í vestara partinum av Kyrrahavinum. Fyri vestan liggja Filipsoyggjum, Indonesia liggur í útsynning, Melanesia mót suðri, og Polynesia liggur har eysturi. Øki hevur ein vídd á 2,7 mió km² og hevur umleið eina hálva millión íbúgvar. Fólk ið búgva í Mikronesia tosa mikronesisk mál, altsá ikki polynesisk ella melanesisku málini, sum t.d. á Fiji ella Sámoa. Heiti Mikronesia bleiv fyrst nýtt av franska sjómanninum Jules Dumont d’Urville í 1831 fyri at skilja hetta økið frá Polynesia í eystri. Sjálvstøðug lond í Mikronesia eru Kiribati, Marshalloyggjar, Mikronesiasamveldið, Nauru og Palau, umframt fleiri amerikonsk hjálond, sum til dømis Guam, Norðurmarianoyggjar og Wakeoy. Amerikanska oyggin Guam er tann størsta oyggin í Mikronesia. Tað er tropuveðurlag í øllum Mikronesia. Størstu oyggjabólkarnir eru Karolinoyggjarnar í Mikronesiasamveldinum, Gilbertoyggjar í Kiribati, Marshalloyggjar og Marianaoyggjar (sum er býtt millum Guam og Norðurmarianaoyggjar, ið bæði eru amerikonsk hjálond). Mikronesia hevur umleið 2100 oyggjar og er umleið 2700 km2 í landvídd.

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið