Jump to content

Nýsæland

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá New Zealand)
New Zealand
Aotearoa
Flagg Nýsæland
(Flagg Nýsæland)
Skjaldarmerki Nýsæland
(Skjaldarmerki Nýsæland)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: «God Defend New Zealand»
Alment mál Enskt og Maoriskt
Høvuðsstaður Wellington
Kongur Charles III
Forsætisráðharri Chris Hipkins
Fullveldi 26. september 1907
(frá Stóra Bretland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
268 680 km²
2.1 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2020
 - tættleiki
 
4 955 000
15,36/km²
Gjaldoyra Nýsælandsk dollar (NZD)
Tíðarøki UTC +12
Økisnavn á alnetinum .nz
Telefonkota +64

Nýsæland (enskt; New Zealand; maoriskt: Aotearoa, úttala: [aɔˈtɛaɾɔa]), er eitt stórt land í Oseania. Landið er um 1600 km í ein landsynning úr Avstralia.

Nýsæland er mest sum bara tvær stórar oyggjar – Norðuroy og Suðuroy, men eisini eru fleiri smáar oyggjar. Wellington er høvuðsstaður, og størsta ídnaðarøkið er í Auckland, sum liggur í norðara parti landinum.

Um leið 5 milliónir fólk búgva í Nýsælandi; nógv minni enn í New York ella London. Næstan tríggir fjórðingar búgva í Norðuroynni, flestu teirra í býum. Umframt Wellington og Auckland eru aðrir stórir býir Christchurch, Hamilton, Dunedin og Palmertson North.

Nýsæland gjørdist bretskt hjáland í 1820. Waitanisáttmálin í 1840 tryggjaði bretum valdið á oynni. Í 1907 fekk Nýsæland støðu sum ríki, og í 1947 fekk tað fullveldi. Í Nýsælandi eru 20 ferðir so nógvir seyðir sum fólk.

James Cook

Um 1280 sigldu nakrir polynesar mangar hundrað fjórðingar í opnum bátum og búsettu seg á báðum teimum stóru oyggjunum í Nýsælandi, Norðuroynni og Suðuroynni. Við sær høvdu teir plantur, sum teir høvdu dyrkað, har teir búðu frammanundan til dømis søtepli, jamsrót, taro og grasker. Bara søteplini vuksu, men í Nýsælandi funnu teir annað etandi, til dømis moafuglin, skeljar og átuligar trøllakampar. Hildið verður, at fólkið í Suðuroynni livdi sum útróðrarmenn og savnarar, til bretski rannsóknarfarin James Cook kom hagar í 1769. Í Norðuroynni bar væl til at velta epli, men hvørt ár kom spilla í grøðina, tá ið nakað leið frá. Tí gróvu maoriar stór hol niður í jørðina, so at eplini kundu goymast í jøvnum hita, so at tey ikki spiltust. Soleiðis gjørdist bøndurnir sjálvbjargnir við mati.

Evropeiskar handilsmenn komu til Nýsælands í 1790-árunum. Maoriar, sum høvdu búð har í øldir, góvu sær ikki stórvegis far um teir í fyrstuni, men um 1800 fóru teir at handla við teir. Í 1840 settu fyrstu bretarnir seg niður í Nýsælandi og grundaðu býin Wellington í einum øki, teir høvdu keypt frá maoriarum. Stóra Bretland kravdi yvirvaldsrætt yvir Nýsælandi og sendi ein landshøvding, William Hobson, kapteyn, hagar. Hann gjørdi semju við maorihøvdingarnar, nevnd Waitangiavtalan, sum vissaði teimum ognarrætt at eiga jørð og beyð teimum bretskan ríkisborgararætt. Avtalan varð ikki hildin út í æsir, og tað elvdi til kríggj. Frá 1840 til 1907 var Nýsæland bretskt hjáland, men landið gjørdist sjálvstøðug tjóð í 1947. Upprunafólkið – maoriar – eru enn um tíggjundaparturin av fólkinum. Nýsæland er framburðssinnað land og varð fyrsta land í heiminum, sum veitti konufólkið valrætt og setti vælferðarskipan í gildi.

Meðan ein afturhaldsstjórn, sum lívgaði ríku góðseigararnar, hevði valdið, var stór fíggjarkreppa í Nýsælandi næstan øll árini frá 1870 til 1890. Eftir hart stríð fyri at fleiri skuldu fáa valrætt, játtaði stjórnin í 1889 umsíðir øllum monnum yvir 21 ár valrætt. Árið eftir var tjóðartingsval og meiriluti var fyri einari frílyntari stjórn, sum alt fyry eitt setti í gildi sosialar ábøtur. Ímillum teirra vóru ídnaðarlógir, sum høvdu eftirlit við arbeiðsumstøðum og arbeiðstíð, stigvaksandi skattaskipan, gerðardómstólar í ídnaðinum, ellisrentu og 19. september í 1893 valrætt fyri konufólk. Tað var fyrstu ferð í søguni, at eitt land hevði givið konufólki valrætt.

Bretska hjálandið Nýsæland fekk stýrisskipanarlóg í 1852 og varð býtt í seks landslutir. Í 1856 varð stjórn stovnað, sum fekk myndugleika yvir øllum landslutunum, og Nýsæland var enn verandi sjálvstýrandi hjáland í hálva øld. Hesa tíðina førdi landið ein samfelagspolitikk, sum mundi vera ein hin mest framtakssinnaði í heiminum. Í 1901 noktaði Nýsæland at fara upp í nýstovnaða Avstraliasamveldið, og í 1907 gjørdist landið sjálvstýrandi partur í Bretska Heimsveldinum.

Wellington
Auckland er størsti býurin í Nýsælandi, og har búgva eisini flest fólk av polynesiskum uppruna.

Heimskreppan síðst í 1920-árunum, elvdi til stóra afturgongd í nýsælendska búskapinum. Prísurin á útflutningsvørum fór niður í helvt, landið fekk ikki lán, og arbeiðsloysið vaks ógvuliga skjótt. Stjórnin, sum hevði valdið, tóktist ikki at verða før fyri at vinna á kreppuni, og tí vann arbeiðaraflokkurin í Nýsælandi tjóðartingsvalið í 1935 á fyrsta sinni. Flokkurin vann stórsigur, tí hann í valstríðnum hevði hann lovað at loysa trupulleikarnar í landinum. Ríkið tók beinan vegin stór lán, tjóðartingið ásetti fastan prís á landbúnaðarvørur, og arbeiðsvikan varð stytt niður í 40 tímar. Í 1938 viðtók tingið lóg um almannaveitingar til øll, sum ikki høvdu nóg mikið til lívsins uppihald.

Nýsæland var eitt av seinastu londum í heiminum, sum varð ónomið. Fyrstu fólk at seta seg niður her vórðu maoriar, ið komu higar úr Polynesia um ár 950. Hóast flestu maoriar nú á døgum hava lagað seg til at liva sum fólkið í vesturheiminum, hava teir goymt mentan sína - málið, listina og stórhúskið. Maoriar hava umboð í tinginum, og stig eru tikin til at tryggja teimum somu rættindi og møguleikar sum onnur, tá ið talað verður um heilsurøkt, útbúgving og arbeiði - rættindi, teir ikki hava havt áður.

Í juni 2008 búðu 4.268.000 fólk í Nýsælandi. Um 9 % vóru maorar (heimafólkið), 80 % vóru av evropeiskari ætt, og hini vóru úr Asia og ymiskum oyggjabólkum í Kyrrahavi. Meginparturin av fólkinum er protestantar, og eini 15 % eru katolikkar. Heili 80 % av fólkinum búgva í býum, og Nýsæland verður eisini mett at vera tað mest urbaniseraða landið í heiminum.

Lýtt veður og vøkur, stórfingin náttúra gera, at fólk eru nógv úti, og at nógv frítíðarvirksemi eisini er uttandura í Nýsælandi. Nýsælendingum dámar væl alla ítrótt, til dømis at ganga og klíva í fjøllunum, sigla í kano, sigla við seglbáti og at spæla rugby.

Eitt tað sunnasta staðið í heiminum, har vínviður veksur, er í Gibbston Valley.

Stórar albeittar fløtur og lýtt og vátligt veðurlag gera, at Nýsæland er gott landbúnaðarland; helst til dýrahald, neyt og seyð. Seyðaskipanin er 60 milliónir (um 20 til hvørt fólk) og 8 milliónir neyt. Tríggir fjórðingar av nýsælendska útflutninginum eru búnaðarvørur. Nýsæland er ímillum tey lond í heiminum, sum flytur mest út av ull, frystum kjøti, osti og smøri. Ein onnur týdningarmikil vinna er fiskiskapur. Av tí at Nýsæland er á suðurhálvu, kunnu bøndurnir har dyrka frukt, meðan vetur er í keyparalondunum á norðurhálvu. Mong ferðafólk koma til Nýsælands, helst at njóta náttúruna og sunna uttanduralívið.

Politikkur

[rætta | rætta wikitekst]

Nýsæland er kongsveldi við parlamentariskari stjórn í The Commonwealth, og viðurkennir bretsku drotninga sum ovasta myndugleika í landinum. Kongshúsið er umboðað av einum generalguvernøri, sum hevur sæti í høvuðsstaðnum Wellington.

Lóggevandi valdið hevur tingið (The New Zealand House of Representatives), sum hevur 120 limir. Val er triðja hvørt ár. Størstu politisku flokkarnir eru Labour og National Party. Tveir aðrir smærri flokkar eru eisini, The Allice og New Zealand First. National Party tók við stjórnarleiðsluni í 1990, eftir at Labour hevði sitið við valdinum síðan 1984.

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]

Nýsæland liggur í útsynningspartinum av Kyrrahavi, um 1600 km úr Avstralia. Nýsæland er tvær stórar oyggjar, Norðoy og Suðuroy. Í Norðuroy er veðurlagið lýtt og milt, og har eru mong gosfjøll. Í Suðuroy er kaldari, og har eru jølar, høg fjøll og stórir skógir. Aftur at hesum koma nakrar smærri oyggjar. Millum tær smæstu er hjálandið Cooksoyggjar. Til samans er Nýsæland 270.000 ferkilometrar. Helvtin av landinum er graslendi, bert lítil partur veltur, og ein fjórðingur er skógur. Veðurlagið er lýtt, og tí hava góðir møguleikar verið at ment landbúnaðarvinnu og skógarvinnu. So langt suðuri er sjálvandi summar, tá vetur er hjá okkum, og Nýsæland kann tí selja Evropa góðar landbúnaðarvørur um veturin.

Landslutir

[rætta | rætta wikitekst]
Regions of New ZealandNorthlandAucklandAucklandAucklandWaikatoBay of PlentyEast CapeHawke's BayTaranakiManawatu-WanganuiWellingtonTasmanTasmanNelsonMarlboroughMarlboroughWest CoastWest CoastCanterburyOtagoSouthlandSouthland
Regions of New Zealand
Landslutur Høvuðsstaður Vídd (km²) Íbúgvar ISO 3166-2 Code
1 Northland Whangarei 13,941 152,700 NZ-NTL
2 Auckland Auckland 16,140 1,371,000 NZ-AUK
3 Waikato Hamilton 25,598 395,100 NZ-WKO
4 Bay of Plenty Tauranga 12,447 265,300 NZ-BOP
5 East Cape Gisborne 8,351 46,000 NZ-GIS
6 Hawke's Bay Napier 14,164 152,100 NZ-HKB
7 Taranaki New Plymouth 7,273 107,300 NZ-TKI
8 Manawatu-Wanganui Palmerston North 22,215 229,400 NZ-MWT
9 Wellington Wellington 8,124 466,300 NZ-WGN
10 Tasman Richmond 9,786 45,800 NZ-TAS
11 Nelson Nelson 445 44,300 NZ-NSN
12 Marlborough Blenheim 12,484 43,600 NZ-MBH
13 West Coast Greymouth 23,000 32,100 NZ-WTC
14 Canterbury Christchurch 45,845 540,000 NZ-CAN
15 Otago Dunedin 31,476 199,800 NZ-OTA
16 Southland Invercargill 30,753 93,200 NZ-STL

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 41°19′0″S 172°46′0″E / 41.31667°S 172.76667°E / -41.31667; 172.76667