Lýðveldið Makedónia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Република Македонија
Lýðveldið Makedónia
Flagg Lýðveldið Makedónia
(Flagg Lýðveldið Makedónia)
Skjaldarmerki Lýðveldið Makedónia
(Skjaldarmerki Lýðveldið Makedónia)
Tjóðarslagorð: Слобода или смрт
Tjóðsangur: Denes Nad Makedonija
Europe location MKD.png
Alment mál Makedonskt og Albanskt
Høvuðsstaður Skopje
Presidentur Branko Crvenkovski
Forsætisráðharri Nikola Gruevski
Fullveldi 1991
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
25,333 km²
1.9 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2006
 - tættleiki
 
2 038 514
79/km²
Gjaldoyra Makedonskt denar (MKD)
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .mk
Telefonkota +389

Lýðveldið Makedónia (enskt the former Yugoslav Republic of Macedonia), er land í Eysturevropa.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Makedónia lýsti seg frælst ríki í 1991, hóast Serbia noktaði at viðurkenna granna sín sum sjálvstøðugt land. Sama gjørdi Grikkaland, ið sigur seg hava hevdsrætt at nýta navnið Makedónia um Norðurgrikkaland - hetta hevði við sær, at tá landið fekk ST limaskap var tað undir enska heitinum "The former Yugoslav Republic of Macedonia". Avleiðingarnar av ósemjuni eru, at bæði Serbia og Grikkaland hava stongt markið til Makedónia.

Politikkur[rætta | rætta wikitekst]

Mentan[rætta | rætta wikitekst]

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Lýggja miðjarðarhavsveðurlagið ger, at fruktgrøðin er tíðliga staðin, og bummull, tubbak og rís vaksa eisini væl. Mongu vatnorkuverkini veita klædna-, evnfrøði- og stálídnaðinum ravmagnsorku.

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Í hálendinum í útsynningspartinum í Makedónia eru av vakrastu vøtnum í Evropa. Fyri kríggið, tá ið ferðavinnan blómaði í gamla Jugoslavia, komu mong ferðafólk til Ohridvatn og Prespavatn, ið er heldur minni, at njóta yndisligu náttúruna og síggja gomlu smábýirnar fram við vøtnunum. Nógvur fiskur er í báðum vøtnunum, vanligastu sløgini eru karpa, eyðrriði og álur. Á Prespavatni er stórt fuglameingi, m.a. pelikanur og skarvur.

Jarðfrøði[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsstaðurin Skopje er bygdur beint har, ið fleiri jarðfrøðiligar umskaringar ganga saman, og tí er vandin fyri jarðskjálvta stórur. Fýra ferðir er býurin illa farin av jarðskjálvta. Seinast var í 1963, tá varð býurin mest sum oyðilagdur i í einum skjálvta, ið varð máldur til 6,8 á Richter-talvuni. Gamli turkiski býarparturin - elstu húsini eru frá 1392 - fekk tíbetur ongan skaða.

Býir[rætta | rætta wikitekst]

Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]

Útvortis ávísing[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Lond í Evropa
Albania | Andorra | Armenia² | Aserbadsjan¹ | Belgia | Bosnia-Hersegovina | Bulgaria | Danmark | Estland | Eysturríki | Finnland | Frakland | Georgia¹ | Grikkaland | Hvítarussland | Írland | Ísland |
Italia | Kasakstan¹ | Kekkia | Kosovo | Kroatia | Kýpros² | Letland | Liktinstein | Litava | Luksemburg | Lýðveldið Makedónia (FYROM) | Malta | Moldova | Monako | Montenegro | Niðurlond | Noreg |
Pólland | Portugal | Rumenia | Russland¹ | San Marino | Serbia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Sveis | Svøríki | Turkaland¹ | Týskland | Ukraina | Ungarn | Vatikanríkið
Sjálvstýrandi øki: Akrotiri and Dhekelia² | Áland | Føroyar | Gibraltar | Guernsey | Jersey | Man
1. Land lutvíst í Asia. 2. Landafrøðiligani í Asia, men ofta roknað sum partur av Evropa av mentanarligum og søguligum ávum.