Jump to content

Plantulívið í Føroyum

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Einar 400 plantur vaksa í Føroyum. Ymiskt er, hvat veksur hvar, tí treytirnar eru ymiskar úr fjøru og niðan á hægstu tindar.
Føroyska tjóðarblóman er mýrisólja. Sóljan veksur serliga í láglendi, tó so, hon finnst eisini í hæddum, har seyður ikki sleppur framat.
Arktiskur pílur (Grápílur) í Kunoy. Lágvaksin leyvfellandi runnur.

Plantulívið í Føroyum er sera fjølbroytt. Tað finnast okkurt um 400 sløg av plantum í Føroyum, av teimum íalt 248.428 kendu plantusløgunum, ið finnast á jørðini. Av hesum eru 60 innførd av fólki; sum príðisplantur í urtagørðum ella, sum av óvart, eru komnar sum óbodnir gestir í ferðagóðsi. Ráðandi vøksturin er graslendi við sløgum, sum bæði vaksa í láglendi og á háfjallinum. Á háfjallinum, sum er oman fyri 400 m., verður vøksturin berligari við sløgum, sum eru eyðkend fyri láglendið á tí arktiska økinum. Urtapílur, aksgrógvin bløðkuurt og grámosi eru ráðandi sløgini.

Vanligasti vøksturin er graslendi, ið er frá fjøru til fjallatind. Lyngheiðar finna vit bert í láglendinum upp í 200 m. hædd, har lyngheiðavøksturin hvørvur. Ráðandi planurnar á lyngheiðunum eru vanligur heiðalyngur (Calluna vulgaris), tvíkynjaður berjalyngur (Empetrum hermaphroditum), aðalbláber (Vaccinium myrtillus), sjáldnari eisini føroyskur klokkulyngur (Erica cinerea) og heiðabláber (Vaccinium uliginosum). Hópur av urtum vaksa eisini á lyngheiðunum, eitt nú børkumura (Potentilla erecta), fagurligt pirikum (Hypericum pulcrum) og smá silkibond (Polygala serphylla). Lyngheiðar eru bert á størstu oyggjunum og trívast best á lýggjum suðurvendum fjallasíðum.

17 sløg eru sera hótt, 5 eru hótt, 23 eru viðbrekin, 3 eru útdeyð í Føroyum og eitt er nærum hótt. Tríggjar av plantunum eru útdeyðar í Føroyum. Tær eru reyð várhagasólja (Taraxacum rubifolium), leggstutt fransagras (Primula vulgaris) og lyngjavni (Lycopodium annotinum).[1] Reyð várhagasólja er serføroysk, og tað merkir, at hon veksur onga aðrastaðni enn í Føroyum. Tá ið hon vaks í náttúruni, vaks hon á økinum millum Føroya Læraraskúla og Landssjúkrahúsið í Tórshavn.

Sóljan (Caltha palustris) er tann sjónligasta plantan í láglendi okkara og ber boð um, at várið er komið. Hon blómar sera tíðliga, sum oftast frá fyrst í mai og inn í juni. Í 2005 gjørdist sóljan tjóðarblóma okkara.

Plantulívið í sjónum er eisini sera fjølbroytt, bæði í stødd og livimáta.

Føroysk trø

[rætta | rætta wikitekst]
Urtapílur er ein fjallaplanta, lagað til harðført veðurlag.

Her vaksa eingi vill trø, bara gróðursettar viðarlundir og trø, ið eru sett niður í urtagørðum. Um vit fara heilt aftur til tíðina, fyri milliónum av árum síðani, tá gosfjøllini enn vóru virkin her um leiðir, kunnu vit síggja at Føroyar í ymsum tíðarskeiðum hava verið skógvaksnar. Kolaðar viðarklótur og prent av leyvið og trænálum er funnið í kolalindunum í Suðuroy og Mykinesi – og minna um fruktarbarar tíðarskáar á tí fastlandinum ið núverandi Føroyar einaferð vóru partar av. Syprisviður, taks og baraldur, risafura og ymisk leyvtrø.

Tá fólk búsettust í Føroyum, vóru nøkur træsløg vanlig á oyggjunum. Einasta upprunaliga nálatræið var tó baraldur, ið verður hildin at hava verið vanligur runt um á oyggjunum. Tann upprunaligi baraldurin finst nú einans í Svínoy, men fólk hava funnið baraldarrøtur í torvmoldini runt um í Føroyum. Av leyvtrøum var urtapílur, loðpílur og arktiskur pílur vanligur, men loðpílur og arktiski pílurin eru nú mestsum avoyddir orsaka av seyðinum. Vill bjørk hevur eisini vaksi í Føroyum eftir ísøldina, men spreidd. Bjørkin hvarv tá fólk búsettust á oyggjunum. Eisini hassiltræ skal hava vaksi í Føroyum uml. ár 1000. Men hvørt tað var upprunavøkstur ella er komið við niðursetufólkunum er ógreitt. Undir øllum umstøðum hvarv hassiltræið aftur uml. 13. øld, tá veðurlagið gjørdist kaldari.

Upprunaligur viðavøkstur í Føroyum um ár 1000 var baraldur og trý leyvtrø: urtapílur, loðpílur og arktiskur pílur. Síðan haran varð slept niðan í fjøllini um miðja 19. øld, er baraldurin næstan horvin. Urtapíl og loðpíl hevur seyðurin gnagað niður í rót. Hesliviður er eisini funnin, men óvist er, um træið er upprunaligur vøkstur, ella um vík­ingarnir hava havt tað við sær. Uml. ár 1000 var baraldur tað einasta nálatræið, sum vaks í Føroyum. Og helst vaks tað alla staðni kring oyggjarnar. Tá á døgum nýttu fólk greinirnar av baraldinum til at flætta eitt reip við, sum tey síðani nýttu at binda flagtekjurnar fastar við. Tá man skar torv, var tað heilt vanligt at finna tjúkkar røtur av baraldi í torvmoldini.

Nú á døgum veksur baraldur bert at kalla vanligur í Svínoy. Hann er at kalla heilt horvin á hinum oyggjunum, hóast onkur einkultur runnur stendur onkra staðni. Ein av orsøkunum er, at tær útsettu snjóharurnar, innfluttar úr Noregi 1. august 1855, fara heilt illa við teimum nýggju sprotunum á baraldinum á vetri. Hassiltræ vaks eisini í Føroyum uml. ár 1000. Man veit ikki, um hassil var eitt uppruna træ, ella um víkingarnir høvdu hassilnøtur við sær, sum teir síðani sáddu. Helst hvarv hassil úr Føroyum vegna veðurlagsbroytingar umleið ár 1200.

Bjørk hava vaksið í Føroyum síðan ta seinastu ístíðina fyri umleið 10.000 árum síðani. Betula nana hvarv helst fyri langari tíð síðani, meðan B. pubescens, sum helst bert hevur vaksið á nøkrum fáum plássum, hvarv, tá fólk settu búgv í Føroyum.

Viðarlundirnar

[rætta | rætta wikitekst]
Viðarlundin í Havn.
Nógvar viðarlundir eru plantaðar í Føroyum, m.a. í Havn, Kunoy og á Selatrað.

Upprunaliga vuksu ikki nógv ymisk træsløg í Føroyum. Men kortini eru funnar leivdir av trævøkstri fyri 1000 árum síðani.

Tað eru plantaðar fleiri viðarlundir runt um í Føroyum. T.d. í Vági og á Tvøroyri, í Miðvági og Sandavági, í Mikladali og lundin Úti í Grøv í Klaksvík. Í 1885 royndu menn at planta trø í størri vavi uttanfyri Tórshavn, men royndin miseydnaðist. Í 1903 royndu teir so aftur, og hesa ferð eydnaðist tað. Hettar varð til tað vit í dag rópa Viðarlundin í Havn. Í 1969 varð víðka um lundina og aftur í 1979, og Viðarlundin í Havn er størsti ”skógur” í Føroyum. Afturat sjálvari Viðarlundini eru eisini lundir við Studentaskúlan í Hoydølum og á Debesartrøð, har Landsbókasavnið og Fróðskaparsetrið liggja.

Í desember 1988 herjaði ein hervilig ódn í Føroyum. Vindurin kom upp um 60 metrar um sekundið, og ódnin orsakaði umfatandi skaðar á hús og trø. Stórur partur av Viðarlundini í Havn fór fyri skeyti. Eitt megnar arbeiði er síðan gjørt fyri at endurreisa viðarlundina.

Á Skógrøkt Landsins hava fólk gjørt nógvar royndir at fáa innfluttar trø og plantur at vaksa í Føroyum. Nakrar av trøunum og plantunum trívast væl í Føroyum. Fyrr í tíðini tóku prestar og onnur embætisfólk plantur við sær úr Danmark. Tey settu trø og plantur í urtagarðar í Føroyum. Træið, sum hevur vaksið best, er ahorntræið. Tað verður eini 300 ára gamalt. Í prestagarðinum í Kvívík var eitt ahorntræ plantað í 1760, og tað livir enn.

Plantufrøði

[rætta | rætta wikitekst]

Jens Christian Svabo nevnir í sínum yvirliti frá 1781-1782 100 plantusløg í Føroyum. Harnæst nevnir Nicolaj Mohr í 1786 25 plantur í Føroyum í síni frágreiðing um eina íslendska náttúrusøgu. Umframt hesar plantur nevnir Jørgen Landt í ár 1800 203 sløg í Føroyum. Hansara frágreiðing byggir á upplýsingar frá Nicolaj Mohr og J.C. Svabo. Seinni hava nógvir plantufrøðingar vitja í Føroyum. J.W. Horneman var í Føroyum í 1821 og 1837, W.C. Trevelyan í 1835 og 1837 og C. Martins í 1848. Í 1867 vóru danskir plantufrøðingar í Føroyum og gjørdu eina gagnmetandi endurskoðan av teimum skrásetingum, sum áður vóru gjørdar, og til samans fingu teir ein lista við 307 sløgum.

Fleiri navnframir plantufrøðingar hava síðan vitjað í Føroyum, ein av teimum mest kendu er C.H. Ostenfeld, ið saman við J. Hartz gjørdi ein lista við 64 plantusløgum. Í 1936 kemur fyrsta floran á føroyskum máli eftir Rasmus Rasmussen, í 1952 kemur ein nýggj broytt útgáva við fleiri plantum, ið eru nýfunnar í Føroyum. Við tí endamáli at fáa upplýsingar um útbreiðslu og tíðleika av hægri plantum vórðu víðtøknar kanningar gjørdar um allar Føroyar 1960-1961. Í sambandi við hesar kanningar vórðu fleiri nýggj sløg funnin í Føroyum. Í 2000 kom nýggj føroysk flora eftir Jóhannes Jóhansen, og í 2000 kom ein dagførdur listi yvir útbreiðslu av hægri plantum. Í nýggjari tíð hevur verið langt ímillum, at nýggj sløg eru funnin. Seinastu skrásetingar av nýggjum sløgum úr Føroyum eru frá 1999 tá ið Anna Maria Fosaa og Jonas Laweson funnu ein lodnan fjallatistil á mosarókum og í 2002 tá ið Kieffe fann eitt nýtt slag av støri (Carex glareosa).

Villar plantur í Føroyum

[rætta | rætta wikitekst]

Listi yvir plantusløg. Yvirlitið er ikki fullfíggjað enn.

  1. https://logting.elektron.fo/logtingsmal/Logtingsmal06/VanligTingmal/008.06Livfr%C3%B8diligt%20margfeldni.htm