Jump to content

Lyngjavni

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Lyngjavni, ikki sæddur í Føroyum síðan 1903. Eingin skráseting av honum hevur verið síðan, og mett verður tí, at henda planta er útdeyð.

Lyngjavni (frøðiheiti Lycopodium annotinum) er ein planta. Lyngjavni er bert funnin einaferð í Føroyum. Meturlangur, krúpandi leggur við stívum, oddmjáum bløðum í fimm røðum. Á greinunum eru rødini 8. Øksini eru einslig á leggendanum, leggleys og mjærri enn sjálvar greinarnar, gulgrøn, men tey dimmast við aldurin. Lyngjavni er funnin í 1903 í Svínáum, men ikki við vissu síðani. Staðfest er, at lyngjavni (og reyð várhagasólja) eru útdeyð í Føroyum.[1]


Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
  1. https://www.logting.fo/files/casestate/9841/130.09%20Uppskot%20til%20samtyktar%20um%20natturuverndarlog%20v.m..pdf