Reyð várhagasólja

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Reyð várhagasólja

Reyð várhagasólja (frøðiheiti Taraxacum rubifolium) er serføroysk, og tað merkir, at hon veksur onga aðrastaðni enn í Føroyum. Tá ið hon vaks í náttúruni, vaks hon á økinum millum Føroya Læraraskúla og Landssjúkrahúsið í Tórshavn. Í sambandi við byggingina vóru fólk varug við, at henda sera sjáldsama planta fór at hvørva frá sínum vakstrastaði. Tí varð hon tikin inn í urtagarðar, og enn er hon at finna á plantufrøðiliga urtagarðinum hjá Føroya Náttúrugripasavni.

Av hesari slektini (várhagasólja) eru funnin í Føroyum 4-5 sløg, sum eru hvørt øðrum sera lík. Eyðkenni eru hesi: bløðini øll stovnstødd, dimmagrá á ovara borði, grá-grøn á niðara, klóskerd við styttri ella longri flippum. Blaðstelkar og miðæðrar eru stundum reydlig á liti. Kurvaleggirnir eru so at siga blaðleysir og ógreindir, klænstir uppi við kurvina.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]