Tvíkynjaður berjalyngur
Tvíkynjaður berjalyngur (frøðiheiti Empetrum hermaphroditum) finst kring alt landið, meðan tann vanligi berjalyngurin (Empetrum nigrum) bert er funnin á Streymoy og í sunnaru helvt av landinum. Í okkara grannalondum fyri eystan veksur vanligur berjalyngur bert í Finnlandi, Danmark og Suðursvøríki, men tvíkynjaður berjalyngur veksur í Finnlandi og meginpartinum av Svøríki og Noregi. Tvíkynjaður og vanligur berjalyngur líkjast nógv, men ein avgerandi munur er, at vanligur berjalyngur er tvíbýlisplanta, eins og vanligur baraldur. Tvíkynjaður berjalyngur afturímóti hevur, sum heitið sigur, tvíkynjaðar blómur.
Tær fyrstu ljósareyðu blómurnar byrja at vaksa fram um apríl-mai og í juli-august eru vælkendu skyggjandi svørtu krákuberini búgvin. Tey búnu berini smakka væl hjá bæði fólki og djórum, og júst hetta er umráðandi, tá fræini skulu spjaðast. Til dømis tá fuglur etur berini, gongur nakað av tíð áðrenn fræini eru komin í gjøgnum sodningarleiðina á fuglinum. Hesa tíðina hevur hann helst eisini førka seg burtur frá berjalynginum, og soleiðis verða fræini borin við fuglinum yvir størri øki. Gamalt er at henta krákuber og brúka tey antin rá ella kóka til greyt ella súltutoy.
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Einiber og krákuber, jenskjeld.info