Mýritistil
Mýritistil (frøðiheiti Cirsium palustre) verður 50-120 cm til hæddar og veksur, sum navnið sigur, í mýrum og við áarbakkar. Henda høga, hábærsliga plantan við síni korkalittu blómu og fagra grøna leyvi hevur hugtikið mangan. Men brátt varnast tú, at hon er ikki so at koma í hóslag við, tí bæði á bløðum og leggjum vaksa hvassar tornir. Leggurin stendur steyrrættur og er harður og trækendur. Bløðini eru avlong váknvaksin við stórum flippum. Tey vaksa tøtt saman niðri við rótina og upp eftir øllum legginum. Blómurnar eru kurvavaksnar, og fleiri kurvar vaksa saman í einum tyssi ytst á leggendanum. Blómar í juli til august.
Lýsing: Um alt landið við áarbakkar og á vátlendi. Fyrsta árið bert stovnblað, annað ella triðja árið ein stinnur, strentur, langtornutur leggur. Bløðini stórflipput, niðurrend, langtornut um jaðaran. Kurvarnar korkareyðar, nógvar saman í tyssaskjóli, stuttleggjaðar; allar blómur við pípukrúnum; krúnukragin bert klovin móti miðjuni. Kurvareivbløðini takløgd og tornut.