Viðarlundin

Viðarlundin í Havn er størsta viðarlund í Føroyum. Viðarlundin verður eisini rópt Plantasjan. Viðarlundin fór illa í eini ódn í 1988.
Sangurin "Eitt sunnukvøld í Plantasjuni", sum Simme gav út í 1957, gjørdist ein sonn landaplága, og fimti ár seinni varð sangurin kosin "Størsta landaplágan í Føroya søgu" av Útvarpið Føroya.[1] Sangurin útkom sama ár sum Útvarp Føroya byrjaði at senda. Plátan var ein av teimum fyrstu føroysku tónleika útgávunum.[2]
Í Viðarlundini rennur Havnará. Har er eitt lítið vatn mitt í Viðarlundini, har dunnur og svanar halda til, benkur standa rundan um vatnið og aðrastaðnis í Viðarlundini. Havnarfólk og vitjandi dáma væl at ganga túr í Viðarlundini. Viðarlundin er millum Varðagøtu, Gundadalsveg og Hoydalsveg. Listasavn Føroya er í norðara enda av Viðarlundini.[3]
Ein standmynd stendur á einum heyggi mitt í viðarlundini. Standmyndin er minnsvarði til minnis um teir 210 føroysku sjómenninar, ið lótu lív undir Seinna Heimsbardaga.[4]
Myndir úr Viðarlundini[rætta | rætta wikitekst]
Mariukirkjan sæð úr Viðarlundini.
Viðarlundin Ólavsøkuaftan 2010.