Arktiskur pílur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Arktiskur pílur (Grápílur) í Kunoy

Arktiskur pílur eisini nevndur Grápílur (Salix arctica) er ein jarðlagdur runnur av pílafamiljuni, 1 til 2 metur langur og heldur knortlutur. Bløðini eru grágrøn og klædd við longum hárum. Niðara borðið er nakað ljósari litt enn ovara. Blómingin er í juni-juli og kvennreklarnir eru hvítlodnir.

Útbreiðsla: Arktiskur pílur er lagaður til harðført arktiskt og subarktiskt veðurlag og veksur norðast í londunum kring arktiska havið.

Arktiskur pílur í Føroyum: Í Føroyum er arktiskur pílur sjáldsamur nú, og veksur bara í homrum har seyður ikki sleppur til, norðatil í landinum.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið